Barnafimleikur 2020: Tilmelding til Fimleik
Føroyingafelagið bjóðar í 2020 fimleik við Boga og Rebekku til børn í aldrinum 2-7 ár. Lesið meira um fimleikin og venjararnar niðanfyri og meldið børnini til.
Fimleikavenjingin fyri seinna hálvár av 2020 byrjar longu 19. september í fimleikahøllini á Herningevej skole. Fimleikur verður fast annaðhvønn leygardag í líka vikum kl. 10:30-11:30. Málbólkurin eru gentir og dreingir í aldrinum 2 – 7 ár. Um yngri ella eldri børn hava áhuga at koma, er sjálvandi eisini pláss fyri teimum.
Fyri at ganga til fimleik, er tað krav, at barnið/børnini og í minsta lagi eitt foreldur eru limir í Álaborg í 2020.
Um tit ivast, um tit hava teknað tykkum sum lim í 2020, kunnu tit venda tykkum til nevndina. Limaskapur 2020 kann teknast her.
Tilmelda barnið til fimleik niðanfyri:
Um venjararnar
Eg eiti Bogi Sørensen, eri 26 ára gamal og komi úr Havn. Eg gangi á UCN har eg lesi til fysioterapeut, og hetta havi eg gjørt í 3 ár. Sum tað kann væntast av einum fysioterapeuti, havi eg sera stóran áhuga fyri menniskjakroppinum og rørslum, og kenni eg eisini týdningin av at venja nokk og at venja rætt. At venja børn er bæði stuttligt og áhugavert. Allar venjingar kunnu gerast til spæl, har man kann venja teirra koordinatión, balansu o.s.fr.
Eg eiti Rebekka Fuglø og eri 24 ár. Eg til psykomotorisk terapeut, og í frítíðini brúki eg nógva tíð saman við familju og vinfólki, og íðki ymiskan form fyri ítrott. Orsøkin til, at eg havi bjóðað meg fram til at vera fimleikavenjari í Føroyingafelagnum í Aalborg, er tí at eg elski at spæla við børn og síggja tey stuttleika sær, tí tá stuttleiki eg mær eisini. Eisini haldi eg tað vera áhugavert at síggja eina útvikling og geva børnunum møguleika fyri at venja tað kropsliga, so sum balansu, koordinatión, sansirnar o.s.fr. Eg gleði meg at møta øllum børnunum til fimleik. Vónandi síggjast vit.
Comments