Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Børn

Jólahugni og jólaheilsur

06/12/2019 |

Leygardagin 14. desembur kl. 14.30 bjóðar føroyingafelagið øllum til eina hugnaløtu í hølunum niðri undir á Forchhammersvej 5-7

Jólatræið verður pyntað og vit fara at dansa um træið. Síðani kemur jólamaðurin á vitjan við onkrum góðum í posanum til børnini. … Les meira...

Tilboð frá GymAalborg

02/12/2019 |

Fimleikafelagið GymAalborg bjóðar limum í Álaborg niðanfyristandandi tilboð. 

 

Sunnudagsfimleikur fyri hálvan prís

Sunnudagsfimleikur í GymAalborg er spæl í eini fimleikahøll hvønn sunnudag millum kl. 14.30 og 16.30. Talan er um frítt spæl til børn í høllini, meðan venjarar eru … Les meira...

Sunnudagsskúlin hesa vikuna

22/11/2019 |

Sunnudagin 24. nov kl. 11.00 er sunnudagsskúlin aftur. Vit fara m.a. at hoyra eina fitta søgu, við einum góðum boðskapi.  Eisini fara vit at syngja sangir saman. Hendan sunnudagin fara vit at syngja: – Djúp og beið– Mín Guð er so stórur– … Les meira...

Perlur og pitsa

26/10/2019 |

Føroyingafelagið í Aalborg bjóðar familjum til perlur og pitsu 3. novembur. 

Sunnudagin 3. novembur bjóðar Álaborg til eina hugaliga løtu við perluplátum og heimagjørdari pitsa í Álastovu á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg. Hugnaløtan byrjar sunnudagin kl. 15.00 og øll eru hjartaliga … Les meira...

Sunnudagsskúli kl. 11.00

13/10/2019 |

Ein timburmaður hjá Aalborg kommune hevur verið og ornað lekan í felagshølum okkara. Tessvegna verður sunnudagsskúlin sum vant í felagshølunum kl. 11.00 í dag. 

Í dag fara  vit m.a. at hoyra meira um Móses og syngja sangir saman. Vit skulu syngja: 

Les meira...

Sunnudagsskúlin byrjar aftur 1. september

26/08/2019 |

Góðu børn og foreldurSunnudagsskúlin byrjar aftur 1. september, og vit eru orduliga spent at síggja tykkum aftur. Vit fara at hoyra søgu um Móses og syngja sangir saman.Um tit hava hug at venja sanginar til sunnudagin, eru teir … Les meira...

Brunsj og skattaveiða við Skipara Garðshorn

21/08/2019 |

Nú summarferian er av, bjóðar føroyingafelagið í Aalborg limum vælafturkomnum við einari lekkrari brunsj, leygardagin 24. august kl. 10.00. Eftir ein góðan bita biður Skipari Garðshorn øll føroysk børn um hjálp. Hann hevur boðað frá, at tey síðani leggja til … Les meira...

Flaggdagshald: flaggrøða og myndir

25/04/2019 |

Tór Marni Weihe helt flaggrøðuna í Álaborg, 25. apríl 2019 :

Góðu áhoyrar, útisetar, góðu føroyingar!

Eg havi eftirhondini hildið nakrar røður í gjøgnum ár og dag, ymsa staðni í heiminum og í ymiskum høpi, men hetta er kortini fyrstu … Les meira...

Føroyskur sunnudagsskúli í Aalborg

20/05/2018 |

Ein føroyskur sunnudagsskúli er í ferð við at koma í lag í Aalborg, og í hesum sambandi verður leitað eftir einum barnavinarligum trúðboðara ella talara.

Áhugin fyri føroyska sunnudagsskúlanum er stórur, og hjálparfólkini eru mong. Men tørvur er á einum, … Les meira...

UA-110930992-1