Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Viðtøkur fyri Álaborg

Viðtøkur viðtiknar á aðalfundi tann 6. mars 2021.

Um felagið

§ 1. Navn felagsins er “Føroyingafelagið í Aalborg”. Heimstaður felagsins er Aalborg Kommuna.

§ 2. Endamál felagsins er at styrkja um samanhald millum føroyingar í Norðurjútlandi og virka fyri trivnað millum føroyingar, herundir at skipa fyri tiltøkum, ið veita kunning, vegleiðing o.a. til føroysk lesandi.

§ 3. Felagið er óheft partapolitiskt.

§ 4. Felagið er almannagagnligt (non-profit), har øll inntøka og/ella yvirskot verður nýtt til endamál felagsins.

Limaskapur

§ 5. Øll, ið hava tilknýtið til Føroyar ella hava áhuga fyri føroyskari mentan og føroyskum viðurskiftum, kunnu gerast limir í felagnum. Limaskapurin er galdandi, tá limagjaldið er goldið.

§ 5, stk. 2. Allir limir hava til skyldu at virka sambært viðtøkum felagsins, umframt mannagongdum, ið eru samtyktar av nevndini.

§ 5, stk. 3. Limaárið er galdandi frá 1. januar til og við 31. desembur.

§ 5, stk. 4. Aðalfundur felagsins kann við vanligum meiriluta av atkvøðunum, roknað millum tey, ið greiða atkvøðu á fundinum, burturvísa limi, ið verður mettur at virka ímóti endamálið felagsins ella sum beinleiðis virkar til skaða fyri felagið.

§ 5, stk. 5. Ein samd starvsnevnd kann fyribils burturvísa einum limi, ið fremur brot á § 5, stk. 4 í viðtøkum felagsins. Nevndin skal tó sum skjótast, eftir at hava fyribils burturvíst einum limi, kalla inn til eykaaðalfund, har uppskot um burturvísing skal leggjast til atkvøðugreiðslu.

§ 5, stk. 6. Goldin limaskapur verður ikki endurrindaður limi, ið verður burturvístur sambært § 5, stk. 4 og 5.

Limagjald

§ 6. Limagjaldið verður ásett av nevnd felagsins. Nevndin avgerð eisini innheintingarhættir og ivamál um gjaldsskyldu.

Nevndin

§ 7. Felagið verður stjørnað av einari fimm (5) ella sjey (7) mannað nevnd. Starvsnevndin umfatar formann, næstformann, peningarøkil og skrivara. Nevndin skipar seg sjálva.

§ 7, stk. 2. Aðalfundurin avgerð, um tað skal veljast ein nevnd, ið telur fimm (5) ella sjey (7) persónar.

§ 7, stk. 3. Eftir skipan av nevnd skal ein starvsskipan gerast, har nevndarlimirnir avtala, hvussu nevndararbeiðið verður skipað.

§ 8. Felagið verður teknað av formanni og peningarøkli. Avgerðir og avtalur, ið mugu metast at liggja útyvir vanliga dagliga raksturin av felagnum, krevja tó góðkenning av nevndini.

Aðalfundurin

§ 9. Aðalfundur skal haldast á hvørjum ári í mars mánaði, og skal hesin fráboðast skrivliga seinast 14 dagar áðrenn. Á aðalfundinum skal hetta vera á skrá:

  1. Val av fundarstjóra.
  2. Val av fundarskrivara.
  3. Formansfrágreiðing.
  4. Framløga av rokniskapi til góðkenningar.
  5. Endurskoðan av limagjaldi.
  6. Innkomin uppskot.
  7. Val av starvsnevnd við møguligum tiltakslimum.
  8. Val av innanhýsis grannskoðara.
  9. Ymiskt.

§ 9, stk. 2. Aðalfundurin er almennur, og øll hava rætt at koma við uppskotum og viðmerkingum, ið skulu viðgerast á aðalfundinum. Tó hava bert limir yvir 18 ár valrætt til § 9, stk. 1, punkt 7 á skránni.

§ 10. Eykaaðalfundur skal haldast, tá ið starvsnevndin ella í minsta lagi 1/3 av limunum ynskja tað.

§ 11. Viðtøkubroytingar kunnu vera framdar, um í minsta lagi 2/3 av teimum limunum, ið koma á fund, atkvøða fyri tí.

Avtøka av felagnum

§ 12. Felagið kann vera avtikið, um ¾ av teimum limunum, ið koma á fund, atkvøða fyri tí.

§ 12, stk. 2. Um felagið verður avtikið, skulu ognir felagsins latast endamálum, ið stimbra føroyskari mentan í Danmørk. Hesum avgerð aðalfundurin av.

Vedtægter godkendte ved generalforsamling den 6. marts 2021.

Om foreningen

§ 1. Foreningens navn er “Færingernes forening i Aalborg”. Foreningens hjemsted er i Aalborg Kommune.

§ 2. Foreningens formål er at styrke sammenholdet mellem færinger i Nordjylland samt at bedre færingernes trivsel, herunder at give information, vejledning og andet til færøske studerende.

§ 3. Foreningen er politisk uhæftet.

§ 4. Foreningen er almennyttig (non-profit), hvor al indtægt og/eller overskud bliver brugt til foreningens formål.

Medlemskab

§ 5. Alle, som har en relation til Færøerne eller har interesse for færøsk kultur og færøske anliggender, kan blive medlem i foreningen, og medlemskabet er gældende, så snart medlemskontingent betales.

§ 5, stk. 2. Alle medlemmer er forpligtet til at følge foreningens vedtægter samt procedurer, som er vedtaget af bestyrelsen.

§ 5, stk. 3. Medlemsåret er gældende fra 1. januar til og med 31. december.

§ 5, stk. 4. Foreningens generalforsamling kan, med simpelt stemmeflertal, iblandt dem, der har afgivet stemme til generalforsamlingen, bortvise medlem, der vurderes at arbejde imod foreningens formål eller som direkte er til skade for foreningen.

§ 5, stk. 5. En enig bestyrelse kan midlertidigt bortvise et medlem, der overtræder § 5, stk. 4 i foreningens vedtægter. Bestyrelsen skal dog hurtigst muligt, efter at have bortvist medlemmet, indkalde til ekstraordinær generalforsamling, hvor forslag omkring bortvisning skal fremlægges til afstemning. 

§ 5, stk. 6. Betalt medlemskontingent bliver ikke refunderet til medlem, som bliver bortvist i medfør af § 5, stk. 4 og 5.

Medlemskontingent

§ 6. Medlemskontingentet bestemmes af foreningens bestyrelse. Bestyrelsen afgør derudover indhentningsprocedurer samt tvivlsspørgsmål omhandlende betalingspligt.

Bestyrelsen

§ 7. Foreningen bliver bestyret af fem (5) eller syv (7) bestyrelsesmedlemmer. Bestyrelsen omfatter en formand, en næstformand, en kasserer og en referant. Bestyrelsen indretter sig selv.

§ 7, stk. 2. Generalforsamlingen afgør, om der skal vælges en bestyrelse med fem (5) eller syv (7) personer.

§ 7, stk. 3. Efter indretning af bestyrelsen, skal en arbejdsfordeling laves, hvor bestyrelsesmedlemmerne aftaler, hvordan bestyrelsesarbejdet skal indrettes. 

§ 8: Foreningen bliver tegnet af formanden og kasseren. Afgørelser udover den daglige drift kræver dog godkendelse af bestyrelsen.

Generalforsamlingen

§ 9. Generalforsamlingen skal afholdes hvert år i marts måned og skal meddeles senest 14 dage forinden. Til generalforsamlingen skal dette være på programmet:

  1. Valg af ordstyrer. 
  2. Valg af referent. 
  3. Formandens rapport. 
  4. Fremlæggelse og godkendelse af regnskab. 
  5. Revurdering af medlemskontingent. 
  6. Indkomne forslag. 
  7. Valg af bestyrelse med mulige suppleanter. 
  8. Valg af intern revisor. 
  9. Diverse punkter. 

§ 9, stk. 2. Generalforsamlingen er offentlig, og alle har ret til at komme med forslag og bemærkninger, der skal drøftes til generalforsamlingen. Dog har kun medlemmer over 18 år valgret til § 9, stk. 1, punkt 7 på programmet.

§ 10. Ekstraordinær generalforsamling skal afholdes, når bestyrelsen eller mindst ⅓ af medlemmerne ønsker det.

§ 11. Ændringer i vedtægter kan ske, hvis mindst ⅔ af medlemmerne, der er fremmødt til mødet, stemmer for ændringerne.

Ophævelse af foreningen

§ 12. Foreningen skal ophæves, hvis ¾ af medlemmerne, der er fremmødt til mødet, stemmer for, at foreningen skal ophæves.

§ 12, stk. Hvis foreningen bliver ophævet, skal foreningens ejendele gives til dem, der har til formål at styrke den færøske kultur i Danmark. Dette afgør generalforsamlingen.

UA-110930992-1