Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ágóðar fyri limir

Á hesari síðuni, kanst tú síggja tey ymisku føstu tiltøkini og avsláttaravtalurnar hjá Álaborg.

Tiltøk

Føroyingafelagið arbeiðir støðugt fyri, at føroyingar í øllum aldri skulu hava góðar og bíligar umstøður til at vera sosialir og aktivir í Aalborg.

Umframt afturvendandi viku-, mánaðar- og árlig tiltøk bjóðar føroyingafelagið eisini ókeypis vikulig frítíðar- og ítróttartilboð í kommununi. Einasta krav fyri luttøku er galdandi limaskapur.

 

Fótbóltur: Fintan – Filstedvejens Skole, fríggjadagar kl. 18.00 – 20.00

Fintan er eldra fótbóltsliðið hjá føroyingafelagnum í Aalborg. Fintan venur fríggjadagar í Skolehallen á Filstedvejens Skole í Vejgaard. Til hvørja venjing gjalda luttakandi limir 10 kr. í eina felagspulju til eina Fintuveitslu, sum fótbóltsleikararnir sjálvir skipa fyri. Álaborg betalir fyri leigu av høllini. Ábyrgdarpersónur í Fintuni er Pætur Zachariasson.

Limir í føroyingafelagnum kunnu innlima seg í Facebookbólkin hjá Fintuni her. Á Facebookbólkinum kann man hvørja viku tekna seg til venjingina fríggjakvøld (í mesta lagi 18 mans til hvørja venjing).

 

Fótbóltur: Innandura Herningvej – Vejgaard Østre Skole, sunnudagar kl. 19.00 – 21.00

Innandura Herningvej (sum ikki longur venur í Herningvej) er nýggjara fótbóltsliðið hjá føroyingafelagnum í Aalborg, sum hvørt sunnukvøld venur á Vejgaard Østre Skole. Til hvørja venjing er tað frítt at gjalda 10 kr. í eina felagspulju til ein hugnadag/kvøld, sum Herningvejleikararnir sjálvir skipa fyri. Álaborg betalir fyri leigu av høllini. Ábyrgdarpersónur hjá Innandura Herningvej er Pauli Joensen.

Limir í føroyingafelagnum kunnu innlima seg í Facebookbólkin hjá Herningvej her. Á Facebookbólkinum kann man hvørja viku kann tekna seg til venjingina sunnukvøld (í mesta lagi 15 mans til hvørja venjing).

 

Flogbóltur: Aalborghus Gymnasium, mánadagar kl. 19.00 – 21.30

Eitt flogbóltslið varð stovnað av føroyingafelagnum í Aalborg í 2018. Hesar venja mánakvøld í fimleikahøllini í Aalborghus Gymnasium á Sohngårdholmsvej 60 í Aalborg. Álaborg betalir fyri leigu av høllini. Ábyrgarpersónur hjá flogbóltsliðinum er Brynja Brynjarsdóttir Jacobsen.

Limir í føroyingafelagnum kunnu innlima seg í Facebookbólkin hjá flogbóltsliðinum her.  Á Facebookbólkinum kann man hvørja viku kann tekna seg til venjing.

 

Foreldur og børn fimleikur: Herningvej Skole, annaðhvønn leygardag kl. 10.30-11.30

Í 2019 søkti føroyingafelagið um peningaligan stuðul til at seta føroyskt fimleikalið fyri børn á stovn. Stuðulin fyri barna- og ungdómsarbeiði varð játtaður av MMR í 2019.

Fimleikur er fast annaðhvønn leygardag í líka vikum kl. 10:30-11:30. Málbólkurin eru gentir og dreingir í aldrinum 2 – 7 ár. Um yngri ella eldri børn hava áhuga at koma, er sjálvandi eisini pláss fyri teimum. Venjararar eru Bogi Sørensen og Rebekka Fuglø

Teknið børnini til foreldur og børn fimleikin og lesið meira um tilboðið og venjararnar her. Einasta krav hjá børnunum er, at børnini og í minsta lagi eitt foreldur eru limur í føroyingafelagnum. Limaskapur fyri børn kostar 5 kr. og er galdandi alt 2020. Tá ið børn og foreldur eru teknaði og limir, verða tey boðin í privatan Facebookbólk. 

 

Onnur møgulig tilboð:

Føroyskur dansur:

Stórur áhugi er fyri føroyskum dansi í Aalborg eina til tvær ferð um mánaðin. Uttan at hava lýst alment hava 18 fólk teknað seg til føroyskan dans. Hóast hetta vantar ein / fleiri skiparar og/ella ábyrgarpersónar til føroyska dansin í Aalborg. Ynskir tú at skipa ella gerast ábyrgarpersónur og endurstovna føroyska dansin í Aalborg, ert tú vælkomin at seta teg í samband við nevndina á alaborg@alaborg.fo.

Nevndin í føroyingafelagnum hjálpir til at finna nøktandi høli til føroyska dansin í kommununi. Felagshølini, Álastova, á Forchhammersvej 5-7 eru sjálvsagt eisini tøk til føroyskan dans eina til tvær ferð um mánaðin.

 

Túnatos: føroyingakaffi fyri 50+

Ein bólkur fyri føroyingar, sum ynskja at hittast og tosa um føroysk viðurskifti og halda hugnakvøld saman. Tað eru fleiri, ið hava teknað seg til Túnatos, men tað er ikki sett ígongd enn. Ynskir tú at gerast ein partur av hesum netverki og/ella gerast ábyrgdarpersónur, ert tú vælkomin at senda føroyingafelagnum ein teldupost á alaborg@alaborg.fo.

 

Hevur tú hug at skipa fyri einum tiltaki ella tilboði fyri limum í føroyingafelagnum í Aalborg, ert tú altíð vælkomin at seta teg í samband við nevndina á alaborg@alaborg.fo. Tú er eisini vælkomin at møta upp og stilla upp til komandi nevndarval á komandi aðalfundinum 7. mars 2020

 


Avsláttaravtalur

Føroyingafelagið í Aalborg hevur ávísar avsláttraravtalur við virkir og feløg í Norðurjútlandi. Limir í Føroyingafelagnum kunnu so statt fáa niðanfyristandi ágóðar við at vísa fram limakortið.

Ágóðar samanumtikið:

  • FunCenter Aalborg (Poul Larsens Vej 14, 9000 Aalborg)
    • 20% í avsláttri uppá booking.
    • Einki ómaksgjald í samband við avlýsing.
  • Springeren Maritimt Oplevelsescenter (Vestre Fjordvej 81, 9000 Aalborg)
    • 20% í avsláttri uppá atgongugjald.
  • GoBoat Aalborg (Vestre Havnepromenade 2, 9000 Aalborg)
    • 20% í avsláttri uppá bílegging av báti.
  • Fun-Park Hirtshals (Minkvej 10, 9850 Hirtshals)
    • kr. 15 í avsláttri uppá atgongugjald.
  • Dice ‘n Drinks (Sankelmarksgade 15, 9000 Aalborg)
    • Árskort fyri kr. 250.
    • – 10% um tit sum bólkur brúka yvir kr. 200
    • – 20% um tit sum bólkur brúka yvir kr. 300
  • Heidi’s Bier Bar & Café Guldhornene (Jomfru Ane Gade, 9000 Aalborg)
    • 1 fløsku (33 cl) Tuborg ella útvaldan sjuss til tín og 4 vinir allar upplatingardagar til kl. 23:59.*
    • 1 fløsku rúsdrekka (70cl) við sodavatn fyri kr. 399 allar dagar/nætur.**
    • Ókeypis garderobe á Heidi’s Bier Bar ella Café Guldhornene, um tit koma við jakkunum áðrenn kl. 23:59.

Sí greinar niðanfyri, fyri ítøkiligan avsláttur.

Føroyingafelagið arbeiðir støðugt fyri, at føroyingar í øllum aldri skulu hava góðar og bíligar umstøður til at vera sosialir og
Álaborg og REKOM bjóða limum í føroyingafelagnum oman á Fabrikken til eitt hugnaligt kvøld við spurnarkapping og bíligum SU-vinarligum prísum!
Føroyingafelagið bjóðar í 2020 fimleik við Boga og Rebekku til børn í aldrinum 2-7 ár. Lesið meira um fimleikin og
Tað er nú møguligt at tekna sær limaskap í føroyingafelagnum í Aalborg fyri 2020.    Tað er nú møguligt at
Fimleikafelagið GymAalborg bjóðar limum í Álaborg niðanfyristandandi tilboð.    Sunnudagsfimleikur fyri hálvan prís Sunnudagsfimleikur í GymAalborg er spæl í eini
Álaborg kann nú bjóða limum sínum at syngja í einum føroyskum songkóri í Aalborg.   Julian Rasmussen og Birgit Sivertsen
Føroyingafelagið í Aalborg og tær báðar barrirnar Heidi's Bier Bar og Café Guldhornene hava gjørt eina avtalu um fastan avsláttur.
Føroyingafelagið í Aalborg og borðspæls-caféin Dice 'n Drinks hava gjørt eina avtalu um fastan avsláttur.   Dice 'n Drinks er
Í 2018 gjørdi Føroyingafelagið í Aalborg eina avsláttraravtalu við familjuvinaligu parkina Fun-Park í Hirtshals. Hendan avsláttraravtala heldur áfram í 2019.
Tað gleðir okkum at kunna tykkum, at limir í Føroyingafelagnum í Aalborg aftur í ár fáa avsláttur til GoBoat í
UA-110930992-1