Føroysk pubquiz á Fabrikken
Álaborg og REKOM bjóða limum í føroyingafelagnum oman á Fabrikken til eitt hugnaligt kvøld við spurnarkapping og bíligum SU-vinarligum prísum!
Leygarkvøldið 1. feb kl. 19.00 verður ársins fyrsta pubquiz á Jomfru Ane Gade.
Føroyingafelagið, quizmastarin og REKOM bjóða tískil limum oman á barrina Fabrikken leygrkvøldið. Spurnarkappingin fer fram á 1. sali í Fabrikken, har ið REKOM stendur fyri bíligari barr.
Fyriskipararnir boða frá, at hølini opna kl. 19.00 og spurnarkappingin byrjar kl. 19.30 – stundisliga!
Quizmaster hesaferð verður dugnaliga Heidi Katrin Bjarnadóttir.
Fylgið eisini tiltakinum á Facebook.