Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Um felagið

Fyrrverandi forkvinnan, Bryndis í Dali, hevur gjørt sær tann ómakin at skriva søguna hjá Føroyingafelaginum í Aalborg niður. Hon hevur innsavnað sær tilfar ígjøgnum gomul tíðindabløð og samtalur við Hervør Hammer, Hjørleif Splidt og Heina Madsen. Niðanfyri er eitt brot av hesari søgu um eitt felag, sum er endurstovnað fleiri ferðir.

1944

Føroyingafelagið í Aalborg varð fyrstu ferð stovnað í 1944 við listamanninum Ingolf Jacobsen (á Kamarinum) á odda. Fyrsta nevndin í felagnum varð mannað av Ingolfi Jacobsen sum formanni, Dánjal Johan Holm (timburmaður av Tvøroyri), Hans K. Smith (Stýrimaður) og Turid Edith Søltoft (f. 1908, fødd Lützen). Lýsingar vórðu sendar í bløðini, har ið kunning um nær og hvar føroyingar møttust. Harafturat varð tað altíð eggjað til at taka Sangbók Føroya Fólks við til tiltøkini. Felagið var kent sum den Færøske forening i Nordjylland, og føroyingar í øllum Norðurjútlandi hittust til tiltøkini, ið var imponerandi, tá hugsað verður um, at hetta var í krígstíð.
Føroyingafelagið var í avísum lýst sum ein felagsskap, har føroyingar hittust fyri at tosa móðurmálið, kvøða, syngja,og tann 1. februar 1945 møttust føroyingar enntá eisini til eina máltíð, har ein umrødd “Værtinde” borðreiddi við knettum, knettasúpan og “føroyskum kaffi” á Færøkroen, sum liggur á Færøgade. Eitt, sum eisini setti dám á felagið hesa tíðina, var møguleikin at frætta tíðindi úr Føroyum frá øðrum føroyingum, sum annars ikki var lætt í krígstíð.
Í 1946 varð felagið tíverri niðurlagt. Orsøkin til niðurleggingina er ikki heilt greið, men ein orsøk til hetta kundi verið tí at stigtakarin og eldsálin handan felagið, Ingolf, legðist sjúkur og doyði í 1946 bert 29 ára gamalur.

1948

Tað gekk ikki long tíð til felagið varð endurstovnað. Hetta var í 1948 og hesaferð hevði felagið greiðar viðtøkur:

“Foreningens formål er med møder og på anden passende måde at styrke medfølelsen færinger imellem her i landet og færinger hjemme på Færøerne, at vedligeholde det færøske sprog og støtte det, og efter evne, og om lejlighed er til det, også at give andre pålidelige beskrivelser om færøske anliggende”

Føroyingafelagið skiftur eitt sindur karakter í hesum tíðum við meira almennum leikluti og størri dámi av tjóðskaparligum romantikki.
Stovnandi nevndarlimir vóru Frú Karen Lage, Frøken Anna Poulsen, Dánjal Johan Hom, Frú M. Jørgensen og Jóan Pætur Joensen. Felagið hevði ikki lætt við at fáa limir, tí føroyingar vóru spjaddir runt í Norðurjútlandi – mótsatt Keypmannahavn. Men til stovnandi aðalfundin tann 14. mars 1948 fekk felagið 20 limir.
Nakað, sum vit hoyra fyrstu ferð um her, er, at felagið sendir jólaheilsur til føroyska útvarpið og at hetta verður gjørt á hvørjum ári. Sambært Aalborg Stiftstidende hevur hetta verið siður í fleiri ár: “Aldrig tidligere er saa mange Mennesker mødt frem til udsendelserne herfra af Julehilserne til Færøerne” (20.12.1948, Aalborg Stiftstidende). Til hetta tiltakið var eingin trupulleiki at fáa fólk at møta upp, tá heili 130 fólk upptóku jólaheilsur hetta árið.
Felagið hevði nógv ymisk tiltøk og var ikki bert eitt gildisfelag. Føroyingafelagið stóð eisini fyri m.a. kunningarfundi um nýggju heimastýrislógina og eisini vórðu nógvar útferðir fyri limir gjørdar runt í Danmark.
Undir fundi við Aalborg Hjemstavnsforeninger í undirhaldshúsinum “Kilden”, handaði føroyingafelagið Kilden Merkið, sum bert eitt ár undan varð viðurkent av donsku mynduleikunum. Merkið veittraði síðani javnsíðis saman við hinum norðurlendsku fløggunum.
Felagið tók sær stundir til at halda talir og fyrilestrar til ymisk tiltøk og greiða frá føroysku mentanini: Eitt nú bleiv felagið ein partur av “Aalborgegenens Folkedanserforening” í 1949, og Jóan Pætur greiddi í tí sambandi frá um føroyskan dans, kvæði og vísti film um Føroyar.
Men eftir stutta tíð minkaði aktiviteturin í felagnum og lítið av kunning er at finna um felagið, men tað bleiv tó ikki niðurlagt aftur fyrr enn í 1958.

1965

Aftur í 1965 bleiv felagið endurstovnað og hesaferð av ungum føroyingum. Í 60’inum byrjaðu fleiri føroyingar at taka sær miðnámsútbúgving, og tí fluttu eisini fleiri niður eftir lokið studentarprógv og nógv endaðu eisini í Aalborg.
Um Ólavssøkutíð í 1965 var stovnandi aðalfundur, og nevndin stóð av maskinmeistaranum Mathias Lassen sum formann, Juttu Midjord (skrivari), G.J. Holm (peningarøkil), Olaf Magnussen og Magnus Pauli Joensen. Tey nevndu felagið Føroyingafelag Nordjylland og tey plagdu at møtast á restaurant Nanok við Grønlandstorv annan hvønn mánaða. Í 1966 hevði felagið 67 limir. Ungdómsmentan var tað, sum eymerkti hetta tíðarskeiðið, og limir vóru meira áhugaðir í at møtast til veitslur enn til fyrilestrar og kunning. Limirnir ynkstu sær eitt frírúm at møtast við fólki við felags mentanarligum grundarlagi heldur enn at kjakast um føroysk viðurskifti.
Felagið hevði eina gerðarbók, sum skrivarin skrivaði alt, sum kjakast var um til fundir. Hendan gerðarbókin er tíverri burtur, men har stendur nokk nógv áhugavert í henni.
Limir fegnaðust um mongu ferðirnar og at felagið bjóðaði føroyskan mat m.a. skerpikjøti, rullupylsu, knettum og knettasúpan. Føroyskur dansur var eisini fastur táttur hjá felagnum at skipa fyri. Nevndin sendi limum í felagnum fyrst lættari kvæði, og sum tíðin gekk, og fólk blivu meiri stinn í at kvøða, fóru tey til longri og drúgvari kvæði.
Keldur vísa til at í 1965 bleiv ein sangur yrktur um felagið og virksemið, sum tað hevði havt frá 1943-1965. Hesin sangur hevði verið forkunnugur at sæð í dag, men tíverri eigur felagið ongar leivdir frá hesi tíð í dag.
Próstur Peter Hans Wintherreik var ein íleggin limur og helt fyrilestrar og filmsýningar vegna felagið fyri at spjaða vitan um ferðavinnumøguleikar til Føroyar.
Felagið kom eisini saman við onnur føroyingafeløg í Danmark, millum annað saman við Færøsk-Dansk Forening í Fredericia, sum var stovnað av trimum systrum í 1965. Tá ferðaðust limir í føroyingafelagnum til Fredericia til eitt tiltak hjá føroyingafelagnum har og yvirnáttaðu hjá limum í tí felagnum. So føroyskt gestablídni bleiv eisini útinnað her í Norðurjútlandi. Føroyingafelagið í Norðurjútlandi og í Fredericia hildu eisini eitt felags fólkaupplýsandi tiltak í 1969 við Hotel Phønix og bjóðaðu øllum áhugaðum til fyrilestur um Føroyar, føroyskan dans og filmsýning.
Men einaferð enn bleiv felagið niðurlagt: Seinasta tiltakið, sum man veit um, var í felagshúsinum í Gug í 1971 til eitt matgildi. Tó gingu bert sjey ár, til føroyingafelagið, sum vit kenna í dag, varð endurstovnað.

1978

Í 1978 bleiv felagið aftur endurstovnað, og hesaferð var nevndin mannað av Heina Madsen, Steinvør Poulsen, Bergljótt Jensen, Terja Sigurdson, Bergi Djurhuus, Ásu Abildgaard og Erik Ludvigsen. Nevndin kallaði felagið Færingeforeningen i Nordjylland, og nevndin vildi ikki hava nakran formann.
Felagið hevði mong matgildi og borðreiddu við skinsakjøti, knettum, røstum kjøti og súpan. Til gildini slóu tey mangan ring og dansaðu og sungu morgunin inn. Felagið skipaði ofta fyri útferðum, t.d. út á Egholm, sum Magnus Heinason hevði í len 1587-1588.
Felagið vildi fegið hava, at Aalborg hevði ein føroyskan vinarbý. Tískil varð spurt inn til hetta og í 1987 eydnaðist tað at fáa Fuglafjørð sum vinarbý Aalborgs. Fólkaskúlaflokkar hava verið og vitjað hvønn annan í Aalborg og Fuglafirði í 1987, har Heini Madsen var leiðari hjá danska flokkinum.
Felagið hevur eisini havt onkra vitjan av kendum føroyingum, t.d. Jákup Lindenskov, sum sat á fólkatinginum í 1980 og Annika Hoydal hevði konsert til 20 ára hátíðarhaldið hjá felagnum í Huset i Hasserisgade. Til hátíðarhaldið komu fólk allan vegin úr Keypmannahavn at lurta.
Tá ið árið nærkaðist 1990 vóru flestu føroyingar í umhvørvinum føroysk lesandi í Aalborg og minni av teimum fastbúgvandi vóru at síggja í felagnum. Tað byrjaði at blíva meiri sjáldsamt, at føroyingar uttanfyri nærumhvørvið komu til tiltøk í Aalborg.
Felagið fekk einaferð í 90’inum eini forkunnug hølir niðri við Lille Kongens Gade og aktiviteturin og umsetningurin var stórur í hesum tíðum. Men tá ið kommunan broytti mannagongdir og steðgaði við at geva felagnum rakstrarstudning, mátti felagið siga hølini frá sær og bleiv aftur heimleyst. Síðani hevur felagið flutt ymsastaðni, m.a. við Borgmester Jørgensens Vej, í einum fjósi í Nørresundby og í eini skótasmáttu við Grønlandstorv.
Heiðurlimur, Hjrleif Splidt veit at siga at felagið helt til í skótasmáttuni í nógv ár og nógv tiltøk vórðu hildin har. Um tørvur var á størri hølum til størri tiltøk, leigaði felagið bara høli til hetta. Hølini í skótasmáttuni skuldu hava eitt navn, tí varð navnakapping utskrivað. Navnakappingina vann Jógvan av Kák við uppskoti sínum miðjan mars 2007. Navnið gjørdist Álastova, sum felagshølið á Forchammersvej 5-7 í dag hevur arvað.
Í 00’unum tók felagið eisini lut í Nordens Dag, sum foreningen Norden skipaði fyri. Evni koyrdi uppá skift millum tey ymisku londini sum plagdu at luttaka og í 2009 var fokus á Føroyar. Tiltakið var 25. apríl, Umframt felagssang var kórsangur, og Heini Madsen helt fyrilestur meðan Fridtjof skipaði føroyskan dans.
Eitt skifti hevði felagið fleiri undirbólkar, Hjørleif greiður frá um Húsabólkin, Mentunarbólkin, Barnabólkin, Sangbólkin og Eldrabólkin. Ábyrgdin á hesum var lagd út til teir ymisku nevndarlimirnar, Hjørleif hevði t.d. ábyrd av Eldrabólkinum. Sonja á Argjaboða kom við uppskotinum um eldrabólkin, og farið var so til verka, og leita var í útisetatelefonbókunum eftir føroyskum útisetum í Norðurjútlandi. Uml. 60 persónar vóru at finna, og 40 møttu upp til fyrsta tiltak, og avgjørt var at hava tvey tiltøk um árið, eitt um várið og eitt um heysti. Ymisk var matarskráin gjøgnum árini t.d. nátar, ræstur fiskur og garnatálg og fesk grind. Seinasta tiltakið var 13.03.2012, áhugin fyri bólkin var fallin, serliga var ringt at fáa fólk at skipa fyri, tí umstøðurnar vóru so ringar í skótasmáttuni, við bert einum lítlum vaski og einum eldri komfýri, og serliga køksbúnyttur var avmarkaður, og hetta gjørdi tað torført at gera mat.

í 2013 kom tó vend í aftur, tá ið felagið slapp at flyta inn í eini hølir á Forchammersvej 5-7. Umstøðurnar vóru munandi betur enn áðrenn, og felagið byrjaði spakuliga at byggja seg upp aftur. Felagið hevði áður haft eitt limablað síðani 70’unum, sum kallaðist Túnatos og nevndin í 2014-2015 útgav nakrar talgildar útgávur av hesum blaðið, og byrjaði at skipa fyri nýggjum tiltøkum sosum Álabrunsj.

Limatalið lá um 60 limir í fleiri ár undan hetta, men í 2018 hevði felagið metár við 285 limum.
Føroyingafelagið í Aalborg hevði 40-ára hátíðarhald á Álastevnu 22-23. september 2018, sum var hildi eins og til onnur hátíðarhald, í Huset i Hasserisgade.


 
 
UA-110930992-1