Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Vegleiðingin í Aalborg

Um okkum

Vegleiðingin í Aalborg er ein vegleiðing fyri útisetar í Aalborg í samstarv við føroyingafelagið Álaborg. Stigtakarir eru Barbara Eysturoy, Bjørt á Tórgarði og Turid við Rættará, ið allar eru lesandi í Aalborg. Vegleiðingin í Aalborg er ein sjálvboðim samskipan, ið ynskir at hjálpa og vegleiða føroyskum útisetum í Aalborg við praktiskum spurningum. Harumframt ynskir vegleiðingin eisini at vegleiða viðvíkjandi løgfrøðiligum og sosialum viðurskiftum. 

 

Samband

Vegleiðingin er at hitta mánadagar kl. 16.00-20.00 í hølunum hjá Føroyingafelagnum á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg. 

Eisini ber til at ringja á tel. +45 26 69 36 02 í upplatingartíðini ella eftir avtalu.

Um ein ynskir at seta seg í samband við vegleiðingina uttanfyri upplatingartíðirnar, kann ein senda fyrispurningar við telduposti til vegleiding@alaborg.dk

 

Telefonhaldið hjá Vegleiðingini er stuðlað av DUKA. 

 

Hvørjar eru vit?

Bjørt á Tórgarði, 22, erhvervsjuralesandi, (stud. merc. jur.), AAU 

Barbara Eysturoy, 24, sosialráðgevalesandi, (proff. bach. soc.), AAU

Turid við Rættará, 23, juralesandi, (stud. cand. jur.), AAU 

 

 

 

Ofta settir spurningar – OSS: 

Mann søkir SU, við at fara inn á heimasíðuna http://www.su.dk/ og rita inná MinSU. Fyri at rita inn, er neyðugt við einum donskum NemID. Fyri at fáa útflýggjað SU, er neyðugt at mann lýkur tær treytir, ið eru settar. Treytirnar eru millum annað, at mann er 18 ár, lestrarvirkin, og at eins útbúgving er SU góðkend. Haravtræt, er avmakað hvussu nógv mann kann tjena við síðnar av lestraðinum. Tjenar mann meira enn eina ávísa upphædd, hevur mann ikki rætt til SU. Upphæddinar eru at finna á heimasíðunum hjá SU, SKAT og Ráðgevingini. Sí meira her: http://www.su.dk/su/su-betingelser/

Eitt CPR-nummar (ella persónsnummar) er tann danska útgávan av einum P-tali. Í CPR-nummarinum eru 10 taltekin, ið persónliga eyðkenna ein persón. Tað vil við øðrum orðum siga, at eingin í natiónini hevur sama CPR-nummar sum tú.

Hvussu er eitt CPR-nummar samansett?

Føðidato, mánaður og ár – DDMMÁÁÁÁ – XXXX. Dømi: 12-03-78 – 1534

Fyri at søkja SU, er neyðugt við einum CPR-nummari. Tað er ikki nokk at brúka føroyska P-talið, og tí skal mann hava eitt danskt CPR-nummar. Føroyingar, ið eru føddir í Danmark, hava tann fyrimunin, at teir eru føddir við einum donskum CPR-nummari.

Hevur tú ikki eitt CPR-nummar, skalt tú møta persónligt á Borgerservice. Borgerservice er at finna á Rantzausgade 6, 9000 Aalborg. Fyri at fáa CPR-nummarið, er neyðugt at hava búðstað í Danmark.

Hevur tú ikki nakran búðstað, er ikki møguligt at fáa CPR-nummar á Borgerservice. Tískil er neyðugt at útfylla eitt umsóknarblað, sum saman við einum avriti av tínum passi, skal latast inn á tínum úbúgvingarstovni. Tað vil siga, at um ein skal lesa HA.jur, skal umsóknin og eitt avrit av passinum, latast inn á SU-kontórinum hjá tí juridiska stovninum. Nakrar vikur seinni, fær mann eitt bræv frá SU – stýrinum við einum CPR-nummari.

Mann hevur 70 klipp, har 1 klipp svarar til SU í ein mánaða.

Tey 70 klippini, svara tískil til 5 ár og 10 mánaðar, har mann hevur rætt til SU. Tað vil við øðrum orðum siga, at ein hevur rætt til 6 lestrarár. Sí meira her: “antal af SU klip”: http://www.su.dk/su/om-su-til-videregaaende-uddannelser-universitet-journalist-laerer-mv/

 

Útyvir tey 70 klippini, ið mann hevur rætt til, er møguligt at søkja 12 eyka klipp, um mann byrjar at lesa innanfyri 2 ár, eftier at mann hevur fingið eitt prógv, ið gevur beinleiðis atgongd til ein hægri lesna. Sí meira her: http://www.su.dk/su/om-su-til-videregaaende-uddannelser-universitet-journalist-laerer-mv/12-maaneders-ekstra-su-klip/

Um mann byrjar uppá eina bachelor útbúgving, og ætlar at lesa eina kandidat yvirbygning aftaná, skalt mann fyrst søkja SU til bachelor útbúgvingina, og síðani til kandidat útbúgvingina.

Sí meira her: http://www.su.dk/su/om-su-til-videregaaende-uddannelser-universitet-journalist-laerer-mv/su-til-trindelte-uddannelser-feks-bachelor-kandidat/

Ístaðin fyri at fáa brøv sendandi, velja nógvir almennir stovnar, og ymiskar fyritøkur (ofta bankar), at senda post í ein talgildan postkassa. Hesin postkassin kallast E-boks, og er nokk tað, ið líkist mest einari danskari útgávu av MínBoks. Tað er ymiskt hvat slag av posi mann fær í E-boks, men ofta er tað postur frá SU, lønarseðil ella kontoavrit.

Borger.dk er ein heimasíða, har ið mann kann rita inn, og síðani síggja ymiskt um seg sjálvan. Til ber eisini at søkja um Boligstøtte, melda flyting og nógv annað. Fyri at sleppa inn á sín vanga, skal mann rita inn við NemID.

Á Borgerservice ber til at fáa nýtt pas, koyrikort, NemID og annað. Um mann ikki ynskir at bíða leingi eftir at sleppa frammat, so er møguligt at bíleggja eina tíð frammanundan á: https://aalborg.reservertid.nu/Start/5

 

Búðstaðurin hjá Borgerservice er:

Rantzausgade 6,

9000 Aalborg

Tá ið tú flytur til Aalborg kommunu, fært tú ein fastan lækna. Eru fleiri læknar tøkir, sleppur tú sjálv/ur at velja lækna. Hetta gert tú á www.borger.dk.

Best er at tú fært tær ein lækna, ið heldur til tætt uppá búðstað tín. Tað ber til at skifta lækna seinni, um ein annar lækni er tøkur.

Tá ið tú skalt til lækna, á sjúkrahúsið ella heinta eina læknaávísing á apotekinum, skalt tú minnast til at hava “sundhedskort” ella “sygesikringsbevis” títt við tær. Sundhedskortet/Sygesikringsbeviset er eitt gult kort, har eins persónligu upplýsingar (Cpr-nummar, bústaður og lækni) stendur á. Tú fært eitt sundhedskort/sygesikringskort í postkassa tín, tá ið tú hevur fingið eitt CPR-nummar og flutt á danskan bústað.

Kortið verður ofta nýtt til annað – so sum fittness, bóksavnið o.fl.

Tá ið tú flytur til Aalborg sum lesandi, ert tú altíð tryggjað/ur “tag-over-hovedet”. Velur tú brúka “tag-over-hovedet”, kanst tú eisini enda við at búgva á einum vallaraheimi ella líknandi, inntil tú fært egna íbúð. Sí meira: https://www.aku-aalborg.dk/dk/ansoeger/tag-over-hovedet-garanti/

AKU er ein stytting fyri “Anvisning af Kollegie og Ungdomsboliger” og kann finnast á https://aku-aalborg.dk/.

Á heimasíðuni hjá AKU, kann mann søkja kommunalar íbúðir, ella skriva seg á ein bíðilista. Tað er eisini gjørligt, at søkja privatar íbúðir á øðrum heimasíðum – ella Facebook bólkum.

Her eru tvær leinkjur til aðrar heimasíður, har mann kann søkja íbúðir:
https://www.lejebolig.dk/

https://www.findbolig.nu/

 

Tað er umráðandið, at mann skrivar seg upp í góðari tíð – og skrivar seg upp til fleiri ymiskar íbúðir. So er møguleikin størri, at fáa nakað at búgva í. Tá ið vit siga ”í góðari tíð”, so meina vit min. 6 mðr. áðrenn, mann ynskir at flyta inn. Best er um mann søkir enn fyrr, tað vil siga ca. 1 ár áðrenn. Jú fyrr mann søkir, tess størri kjansur er at fáa nakað at búgva í.

Um tú hevur børn undir 18 ár, fært tú hesa skattafría barnafamiljuveitinga hvønn ársfjórðing (Børn- og unge-ydelse).

Treyturnar fyri at fáa ískoytið eru:
• full skattaskylda í Danmark
• skjalprógv um at tú lýkur bústaðartreyti, tvs. at tú hevur búð ella arbeitt í danska ríkinum í minsta lagið 6 ár innan fyri tey 10 árini. Skjalprógvast kan við einum bústaðatyvirliti frá tínari heimkommunu í Føroyum.
• Sí meira: https://radgevingin.dk/born/borne-og-ungeydelse/

Ískot, ið stakir uppihaldarar hava rætt til:

Tað er ein treyt, at mann lýkur bústaðartreytirnar, eins og við børne- og unge-ydelsen. Sí meira her: https://radgevingin.dk/born/bornetilskud/

Serligt ískoyt til foreldur ið eru lesandi ella í praktik í Danmark.

Treytirnar eru:
• Útbúgvingin skal verða SU góðkend, ella skal mann hava rættin til upptøku, í arbeiðsloysiskassa eftir loknan lesna.
• Bert eitt ískotið verður útgoldið fyri hvørt foreldur.
• Støk og pør, har bert ein er lesandi, kunnu bert fáa eitt ískoyti.
• Pør, har ið bæði eru lesandi, kunnu fáa tvey ískoyti, um tey hava tvey ella fleiri børn.
• Bert foreldur, ið hava barnið búgvandi, hava rætt til ískoyti
• Sí meira her: https://radgevingin.dk/born/bornetilskud-lesandi/

Reglur viðvíkjandi barnsburðarfarloyvi, kann mann finna á www.borger.dk

Um ein hevur spurningar viðvíkandi flytning, til Danmarkar ella aftur til Føroya, undir barsilisfarðloyvið, vilja vit ráða tær til, at spyrja Ráðgevingina í Keypmannahavn, ella at lesa meira á https://radgevingin.dk/born/barnsburdarfarloyvi-i-dk/

Arbeiðsloysisskipaninar í Føroyum, og Danmark eru ikki eins. Í Føroyum er mann automatiskt ein partur av almennu arbeiðsloysisskipanini – ALS – tá ið mann arbeiðir.

Í Danmark, skal mann melda seg inn í ein A-kassa, fyri at verða ein partur av einari arbeiðsloysisskipan. Tað er tí umráðandi, at mann meldar seg í ein A-kassa. Tá ið mann er lesandi, hevur mann rætt til eitt bíligari limagjald.

Í Danmark, er tó eisini møguligt, at søkja hjálp frá tí almenna, um mann gerst arbeiðsleysur ella noyðist at sjúkrameldast.

Um mann er 30 ár, og ikki hevur eina atgongdsgevandi úrbúgving, kanst mann søkja um útbúgvingarhjálp. Hevur mann eina atgongdsgevandi útbúgving, ella er yvir 30 ár – kann mann søkja um kontanthjálp.

Tað fyrsta mann skal gera, um mann ikki er tryggjaður í einum a-kassa, er at mann fer inná www.jobnet.dk, og meldar seg sum arbeiðisleysan. Tá ið mann hevur gjørt hetta, skal mann seta seg í samband við Jobcentrið í sínari kommunu. Sí meira kunning á: https://www.borger.dk/arbejde-dagpenge-ferie

Við lestrarkortinum fært tú nógvastaðni í Aalborg avsláttur. Tú kanst fáa avsláttur til alt frá mati á matstovum, fitness og til frisør. Hetta er vert at hava í huga, tá ið eins gerandisdagur er fíggjaður av SU. Eitt nú hava summar fyritøkur eitt skilti í vindeyganum ella kunning á heimasíðuni, har ið tað stendur, at fyritøkan sýnir avsláttur til lesandi. 

Eisini hevur Álaborg mentanar og familjivinaligar ágóðar fyri limir. Sí https://alaborg.fo/limaskapur/limakort-agodi/.

Á Rejsekort.dk ber til at bíleggja sær eitt rejsekort, ið ein kan brúka til bussar og tok í Danmark. Til ber eisini at fáa eitt rejsekort, á kontórinum hjá

 

NordjyllandsTrafikselskab, ið liggur í:

Kennedy Arkaden

John F. Kennedys Plads 1

9000 Aalborg

Nordjyllands Politi hevur av og á auktiónir, har ið tey selja bíligar súkklur. Auktiónirnar eru at finna á heimasíðuni hjá løgregluni og AAH-Auktioner.

Hittegodsauktionir verða hildnar á Skjernvej 3, 9220 Aalborg Øst.  

Sveiggj eru bíligir ferðaseðlar til øll ung undir 26 ár og lesandi yvir 26 ár, ið fáa studning frá Studna.

Fyri at fáa Sveiggj-ferðaseðlar skal ein søkja um hetta.

Sí meira um Sveiggj her: https://www.atlantic.fo/alt-um-ferðina/sveiggj/

Sum lesandi kanst mann søkja ferðastuðul frá Studna. Hendan stuðulin søkir mann einaferð um árið. Lesandi, ið hava børn og uppihaldsskyduna, kunnu eisini søkja um ferðastuðul til børnini. Um tú ert framhaldslesandi ber at søkja um stuðul í 6 ár.
Har eru fleiri treytir, ið mann skal uppfylla.

Treytirnar eru:
• Mann skal hava búð í Føroyum, í min. 2 ár av 3 teimum seinastu árunum, áðrenn mann byrjar at lesa.
• Mann skal hava búð í Føroyum í minsta lagi helvtina av lívinum, áðrenn lesturin byrjarar
• Lestrarútbúgvingin skal verða ein góðkend útbúgving, og verða staðfest uttanfyri Føroyar. Útbúgvingin skal eisini varða í minsta lagið 1 ár.
• Mann skal verða heiltíðarlesandi – Tað vil siga, at ECTS’ini skulu svara til min. 20 tímar um vikuna
• Mann skal verða lestrarvirkin – ikki verða meira enn 1 ár afturút

 

Upphæddirnar fyri 2019

• Lesandi: 1.500 kr. (DK) og 3.100 kr. (Europa)

• Um ein hevur børn, er eisini gjørligt at fáa stuðul fyri tey. Upphæddirnar eru upp til kr. 1.500 kr. (DK) og 3.100 kr.(Europa)

• Kunngerðir, vegleiðing og umsóknarbløð finnast á www.studni.fo. Tað ber ikki til at søkja ferðastuðul, fyrrenn ett hálvt ár er farið av lestrartíðini, og ein skal søkja áðrenn leystrarárið er liðugt. Hetta merkir, at tey ið byrja um heystið, skulu søkja um várið og tey ið byrja um várið, skulu søkja um heystið.

www.UddannelsesGuiden.dk
Yvirlit yvir útbúgvingar, upptøkutreytir og annað

www.MigogAalborg.dk
Hvat sker í Aalborg, tiltøk, avsláttur og annað

http://www.adgangstjekker.aau.dk
Her ber til at kanna, um ein hevur tey neyðugu fakini, fyri at sleppa inn.

https://www.studiz.dk/
Góð app/avsláttur, um mann hevur eitt lestrarnummar(studienummer).

Load More

UA-110930992-1