Sunnudagsskúlin byrjar aftur
Sunnudagsskúlabólkurin hevur boðað frá, at sunnudagsskúlin verður aftur komandi sunnudag.
Góðu børn og foreldur
Sunnudagin 19. januar kl. 11.00 er sunnudagsskúlin aftur á skránnið. Vit fara m.a. at hoyra eina fitta søgu við einum góðum boðskapi. Afturat tí fara vit at syngja sangir saman.
Komandi sunnudag syngja vit:
- Djúp og beið
- Mín Guð er so stórur
- Skjótt ferð toki avstað
- Eg eri ein K
- Hvør skapti stjørnurnar
- Byggja Guðs ríkið
- Guð gav mær hendur at klappa við
- Jesus kom inn
Aftaná søgu og sang sleppa børnini at tekna, og vit bjóða familjunum køku, saft, te og kaffi. Børnini fáa stjørnu í stjørnukortið, og nýggj børn fáa sjálvandi eisini stjørnukort frá sunnudagsskúlanum.
Øll eru hjartaliga vælkomin.
Vit síggjast.
Sunnudagsskúlin er fyri limir í Føroyingafelagnum í Aalborg. Øll kunnu tekna seg sum lim á heimasíðuni ella til sunnudagsskúlan. Limaskapur fyri børn kostar einans 5 kr. fyri alt 2020.