Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

No Comments

Gunn: Eg gleðist um, at føroyingafelagið í Aalborg hevur verið í so stórum vøkstri

Gunn: Eg gleðist um, at føroyingafelagið í Aalborg hevur verið í so stórum vøkstri

Hey tit! Mítt navn er Gunn Zachariasen. Eg eri 27 ára gomul og búgvi í Aalborg. Eg bleiv bankalærd á heysti 2016 og flutti niður á vári 2017. Eg lesi vinnulívsbúðskap (erhvervsøkonomi) á Aalborg Universiteti, har eg verði liðug við bachelor í summar.

Seinasta árið havi eg verið peningarøkil, har eg havi havt ábyrgdina av teimum peningaligu viðurskiftunum í felagnum. Tað hevur mær dámt sera væl, og havi eg eisini fingið roynt okkurt frá lesnaðinum av í praksis. Uppgávurnar hjá mær hava í høvuðsheitum verið:

  • Bókhald
  • At gera budgetteringar til ymisk tiltøk (sum øll vórðu avlýst :P)
  • Útvegan av peningi til eitt nú samsýningar
  • Gera pengakassar upp
  • MobilePay
  • At gera roknskapin upp við árslok

Afturat mær havi eg havt ein sjálvbodnan bókhaldara til at halda stýr á bókhaldinum og til at avstemma MobilePay. Tað hevur verið gullvert og tekur eitt sindur av byrðuni hjá peningarøklinum, og kann eg ímynda mær, at bókhaldarin verður sera kærkomin, tá ið felagið kann hava nógv tiltøk aftur! Umframt hesar uppgávur hjá peningarøklinum havi eg eisini havt ábyrgdina av limalistanum og hjálpt til á sosialu miðlunum, har eg m.a. havi hjálpt til at leggja greinar út á heimasíðuna hjá felagnum.

Eg havi verið limur í Álaborg, síðani eg flutti niður, og eg havi eisini luttikið í fleiri av teimum mongu ymisku tiltøkunum, sum felagið skipar fyri. Eg gleðist um, at føroyingafelagið í Aalborg hevur verið í so stórum vøkstri, og eg valdi at stilla upp til nevndarlim, tí eg fegin vildi vera við til at menna felagið og geva mítt íkast til at varðveita og styrkja um karmarnar og samanhaldið, sum er ímillum føroyskar útisetar.

Nevndarárið 2020/21 hevur ikki verið nakar dansur á rósum, har drúgvar planleggingar eru endaðar við avlýsingum… MEN tað hevur tó verið ótrúliga gevandi, mennandi og eisini stuttligt! Hóast virksemi felagsins ein stóran part av tíðini hevur verið avmarkað til online tiltøk – live Álaquiz, páskagudstænasta, flaggdagshald, Álabingo og enntá eisini aðalfund í marts – hevur undirtøkan verið sera góð. Vit hava millum annað eisini í øllum flytiresinum til nýggju fyribils hølini leigað eitt bilhús, ið liggur tætt við Vejgaard Torv. Her fer skipasmiðjan at halda til – perfekt stað, har báturin bara kann rullast oman til Skat á Karneval. Betur verður tað ikki! So hóast Korona og alt sum har til hoyrir, haldi eg sjálv, at vit hava fingið nógv burtur frá hondum. Og ikki at gloyma tær nýggju relatiónirnar man hevur skapt og øll vinarbondini man hevur knýtt hetta seinasta árið. Tað eri eg sera takksom fyri.

Og til síðst, nú eg eri liðug við mín brokkmanslestur, vil eg bert siga, at: Um tú situr og hevur ein peningarøkil í búkinum – ella um tær dámar væl at vera ein partur av einum felagsskapi og vilt vera við til at geva títt íkast til og menna føroyingafelagið í Aalborg – jamen so er bara at stilla upp til nevndarskeiðið 2021/22! Eg lovi, at tú fert ikki at angra tað 😉

Um tit hava onkrar spurningar, so er ikki at halda tykkum aftur við at skriva til mín á Facebook, á Instagram síðu felagsins ella til mín privat á @gunnzachariasen

Gott val!

Viðmerkingar

Viðmerking

Submit a Comment

UA-110930992-1