Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

No Comments

Henný: Eg byrjaði sum hjálparfólk, og eg elskaði tað!

Henný: Eg byrjaði sum hjálparfólk, og eg elskaði tað!

Eg eiti Henný Rógvadóttir, eri 26 ár, taki í løtuni eina kandidat í enskum og sálarfrøði á AAU, og seinasta árið havi eg verið skrivari í Álaborg.

Síðani eg flutti niður í 2017, havi eg altíð verið til nógv tiltøk í Álaborg og havi altíð dámt væl at koma í samband við aðrar føroyingar í Danmark. Í øllum hurlivasinum av at flyta til eitt ókent stað og at leita eftir sær sjálvum í nýggju tilveruni, kendist tað heimligt at møta øðrum føroyingum, sum eisini leitaðu eftir sama týdningi – tí tað er serligt at hava ein uppruna og líknandi virðir í felag.

Eg byrjaði sum hjálparfólk í Álaborg og eg elskaði tað. Satt at siga, so helt eg ongantíð, at eg hevði nakað serligt at bjóða, og tí tordi eg ikki at stilla upp til nevndina fyrr enn eg hevði verið ein partur av arbeiðnum í góð trý ár. Tað var rættiliga avbjóðandi at stilla upp, tí mær dámar einki at standa fram.

Eg havi lært so nógv hetta seinasta árið. Tað er cliché at siga, men tað passar eisini. Tað, sum eg havi lært er ikki nakað, sum eg beinleiðis kann brúka í praksis, og dog… Hetta seinasta árið hevur verið mennandi fyri mína fatan av mær sjálvari og mína fatan av øðrum fólkum – og alt tað góða, sum kemur av at samstarva í einum felagsskapi. Tað, sum situr eftir aftaná hetta árið, eru tær relatiónirnar, sum eg havi knýtt til tey seks, sum eg havi sitið í nevnd saman við.

Hetta er nøkulunda tað eg havi gjørt seinasta árið:

Eg skrivaði fundarfrásagnir, skrivaði ymiskar tekstir fyri felagið, rættlas aðrar tekstir sum best eg kundi. Onkuntíð spurdi eg onkrar limir, um tey kundu taka yvir síðuna hjá felagnum á Instagram. Eisini var eg við til at planleggja ymisk tiltøk, sum ongantíð blivu til nakað, og so skuldi man planleggja, hvat man nú skuldi gera við tær avtalurnar, sum man hevði gjørt, áðrenn man avlýsti. Tað var herligt. Men mær dámdi eisini tað. Stilla upp! Eg lovi tað, tað er kul!

Viðmerkingar

Viðmerking

Submit a Comment

UA-110930992-1