Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

No Comments

Føroyingafelagið: Slóða nýggjar slóðir

Føroyingafelagið: Slóða nýggjar slóðir

Kæru limir og føroyingar í Aalborg

 

Nevndarval stendur fyri framman í Álaborg, og vilja vit bjóða øllum áhugaðum føroyingum í Aalborg og Norðurjútlandi at umhugsa at stilla upp – limaskapur er neyðugur til tess, men tað er lætt og skjótt at fáa í rætt lag.

Aðalmál føroyingafelagsins er at virka fyri “at styrkja samanhald millum føroyingar í Norðurjútlandi og virka fyri trivnað millum føroyingar” og er tað hesum, ið nevndin skal arbeiða fyri og skapa karmar um. Tað hevur hópin av møguleikum við sær, ið einans hugflogið avmarkar. Sí dømini niðanfyri, um hvat tað merkir og kann fara at merkja.

 

Føroyingafelagið: Viva la Revolución!

Tann 2. Mars í 1919, á føstugangsveitslu í føroyingafelagnum í Keypmannahavn, var Merkið fyrstu ferð viðurkent sum flagg føroyinga. Tað vóru ungir føroyskir studentar, sum vóru farnir niður í lestrarørindum, ið vóru farnir í holtur við at gera eitt føroyskt flagg. Lestrartíð hevur altíð verið ein tíð, ið gevur ungum, spírandi heilum og gløðandi hjørtum íblástur til at betra um heimin sín. Í hesum førinum var eitt føroyingafelag við til at leggja karm um og viðurkenna hetta átakið.

 

Føroyingafelgið: í gaman og álvara!

Á hvørjum ári – vanligum ári, skal viðmerkjast, tá farsóttir ikki herja – skipar føroyingafelagið fyri ymiskum veitslum og samkomum, sum tekur útgangsstøði í føroyingum í “útlegd”. Summar av samkomunum eru serføroyskar: Ræstkjøtaveitslan, har vit savnast til góðan føroyskan mat, og jólaveitslan, har høvi eisini er at taka upp jólaheilsur at senda teim kæru og fjaru í Atlantshavinum – sum er líka stórur partur av “jólaútvarpinum” sum kappróður er av “summarútvarpinum”.

Umframt hesar veitslur eru eisini onnur átøk til at styrkja um samanhaldið: Pubquiz (Álaquiz), innandura fótbóltur, kvinnukvøld, sunnudagsskúli, barnafimleikur og rimmar veitslan, sum Álaborg skipar fyri í sambandi við Aalborg Karneval – fyri at nevna nøkur.

 

Føroyingafelagið: slóða nýggjar slóðir!

Føroyingafelagið í Aalborg stendur við eitt vegamót: Tær gomlu slóðirnar hava ført okkum higar, men fyri framman eru møguleikar fyri ógongdum og nýggjum leiðum. Vit eru fyribils flutt í nýggj høli á Mylius Erichsens Vej 165A, ímeðan kommunan umvælir gomlu hølini á Forchhammersvej 5. Støðan júst nú er, at tað er óvist, hvørt vit koma at hýsast aftur í gomlu hølum felagsins. Hesi fløkju skal nýggja nevndin fáa greiðu á.

 

Seinastu árini er limatal felagsins vaksið munandi, tó hevur Korona farsóttin eisini gjørt seg galdandi, so at limatalið í 2020 ikki var eins høgt sum undandarin ár, og mesta av virksemi felagsins lá stilt. Tíðin fyri framman verður tí m.a. at fáa tey “gomlu” tiltøkini at virka aftur og væl skjótast til ber. Men vónandi ikki bara “same procedure as every year, James”! Felagið hevur m.a. eisni eina spennandi verkætlan í skuffuni um møguliga at stovna eitt føroyskt ítróttarfelag í Aalborg.

Tíðin er búgvin og umstøðurnar til staðar, at kreativ, hugsjónarrík og ágrýtin fólk koma fram at teymunum fyri at mynda felagið frameftir tey næstu, mongu árini.

 

Gott val!

Viðmerkingar

Viðmerking

Submit a Comment

UA-110930992-1