Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

No Comments

Flaggdagshald

Flaggdagshald
Hey tit!
 
Sunnudagin 25. apríl verður flaggdagur!
 
Vit vóna, at veðrið verður til vildar, og at vit kunnu bjóða til ein lekkran drekkamunn til eitt hugnaligt flaggdagshald úti ☕🍰☀️
 
Skrá:
  • Kl. 13.00 – Vit syngja Sjá, tú blánar
  • Kl. 13.05 – Eyðstein Borgardal heldur flaggrøðu
  • Kl. 13.30 – Føroyingafelagið bjóðar ein drekkamunn og ein køkubita
  • Kl. 13.30 – Sitandi nevnd fer at kjósa ársins hjálparfólk 2020/21
 
Nýggj nevnd, ið verður vald til eyka aðalfund tann 17. apríl, tekur við til flaggdagin. Komið ein túr og heilsið uppá nýggju og ágrýtnu nevndarlimirnar 🔥
Øll eru vælkomin. Flaggdagshaldið er ókeypis, og luttakandi hava høvi at hoyra meira um føroyingafelagið og gerast limir í felagnum.
 
📣 GG. Er man uttanfyri, er savningarforboðið 50 persónar fyri feløg sum okkum. Tí hevur Aalborg Kommune givið okkum grønt ljós til at halda tiltakið fysiskt. Vit nýta øll munnbind, tá vit standa uppi. 📣
 
Dagurin verður hildin uttanfyri nýggju fyribils hølini á Mylius Erichsens Vej 165A.
 
Vónandi síggjast vit!
 
 
/Nevndin

Viðmerkingar

Viðmerking

Submit a Comment

UA-110930992-1