Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

No Comments

Ingi: Ein gyltur møguleiki at styrkja sær um CV’ið

Ingi: Ein gyltur møguleiki at styrkja sær um CV’ið

Hey tit! Eg eiti Ingi Kárason Midjord, eg eri 29 ára gamal og eru útbúgvin løgfrøðingur.

Eg stillaði upp til nevndina í 2020 fyri at breiðka um mítt netverk ímillum føroyingar í Norðurjútlandi og fyri at geva mítt íkast til virksemið hjá føroyingafelagnum í Aalborg. Sjálvboðið arbeiði hevur fylt nógv í mínari lestrartíð, og hevur hettar eisini gjørt, at eg havi fingið betri starvsmøguleikar undir og eftir loknan lestur. Arbeiðsgevarar leggja nemliga meira og meira dent á sjálvboðið arbeiði – og er ein aktivur leiklutur í føroyingafelagnum í Aalborg tískil ein gyltur møguleiki at styrkja sær um CV’ið. Uppgávurnar hjá nevndarlimum í Álaborg eru sera fjølbroyttar og kunnu verða alt frá at umsita felagið á sosialum miðlum til at skipa fyri ymiskum tiltøkum, sosum Pubquiz, barnafimleiki, karnevalgongu ella FIFA-kappingum. Sjálvt um hendan setan hevur verið sera “sparsommelig” viðvíkjandi fysiskum nevndarfundum, so hava teir einkultu verða sera hugnaligir, har Eyðstein Borgardal millum annað hevur borðreitt við pannukøkum.

Fyri at draga samanum, so vil eg viðmæla øllum at stilla upp til nevndina í Álaborg – hettar gevur nakrar kærkomnar royndir, breiðkar um sosiala netverki og styrkir títt CV.

 

Ingi Kárason Midjord

Nevndarlimur

Cand. Jur.

Viðmerkingar

Viðmerking

Submit a Comment

UA-110930992-1