Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Eyðstein: Høvi at styrkja um samanhald millum føroyingar

Eyðstein: Høvi at styrkja um samanhald millum føroyingar

Vær heilsum!

Mítt navn er Eyðstein Borgardal, eri 36 ár, einligur pápi at tveimum døtrum og lesi Anvendt Filosofi á Aalborg Universiteti.

Eg valdi at stilla upp til nevndina í Føroyingafelagnum í Aalborg av teirri orsøk, at eg haldi virksemi felagsins vera breitt fevnandi, við nógvum ymiskum sløgum av tiltøkum og høvi at styrkja um samanhald millum føroyingar her. Tað vóru nøkur “mál” eg ynskti at fáa framd, meðan eg sat í nevndini, men tað hevur ikki hilnast (hint: høvuðsorsøkin byrjar við “k” og endar við “orona”). Eg skal kortini nevna tvey av teimum her: føroyskur dansur og politiskt kjak. Føroyskur dansur, hugsi eg, kundi verið eitt stuttligt afturvendandi tiltak at havt, at savnast við øðrum og halda hitan, meðan kvøðið verður longu, koldu vetrarkvøldini. Tað við politiskum kjaki er, at eg hugsi tað vera upplagt, meðan fólk eru undir lestri á hægri læristovnum og menna sínar fatanir og hugsanir, at viðgjørt evni og spurningar, sum snúgva seg m.a. um hvussu vit innrætta ella strutkurera samfelagið. Á hesum sinni hilnaðist hetta so ikki. Nevndararbeiðið hevur kortini verið áhugavert: savningarforboð hava ført við sær, at tað hevur verið neyðugt at hugsa nýggjar møguleikar, fyri at savnast um tiltøk, sum Álaborg skipaði fyri. Eisini havi eg hitt nýggj fólk, sum eg neyvan hevði hitt, var eg ikki partur av nevndini. At enda vil eg eisini siga, at tað hevur verið serstakliga hugnaligt at verið júst í hesi nevndini. Hinir nevndarlimirnir eru deilig menniskju, fylt við ágrýtni, kreativiteti og kærleika, og tað hevur verið ein gleði, at koma at kenna tey betri.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1