Sunnudagsskúlin byrjar aftur 1. september
Góðu børn og foreldur
Sunnudagsskúlin byrjar aftur 1. september, og vit eru orduliga spent at síggja tykkum aftur. Vit fara at hoyra søgu um Móses og syngja sangir saman.
Um tit hava hug at venja sanginar til sunnudagin, eru teir at finna niðanfyri:
Eg eri innan uttan
Jesus er besti vinur barnana
Djúp og breið
Hvør er kongur í skógnum
Hvør skapti blómurnar.
Go down Moses (nýggjur sangur)
Eftir sunnudagsskúlan verður hugni og drekkamuður, og børnini sleppa at tekna.
Sunnudagsskúlin er annaðhvønn sunnudag. Fylgið sunnudagsskúlanum í Aalborg á Facebook.
Vit síggjast!
Sunnudagsskúlabólkurin