Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Brunsj og skattaveiða við Skipara Garðshorn

Brunsj og skattaveiða við Skipara Garðshorn

Nú summarferian er av, bjóðar føroyingafelagið í Aalborg limum vælafturkomnum við einari lekkrari brunsj, leygardagin 24. august kl. 10.00.

Eftir ein góðan bita biður Skipari Garðshorn øll føroysk børn um hjálp. Hann hevur boðað frá, at tey síðani leggja til brots og við góðari barnahjálp kann tað vera, at ein dýrgripur verður funnin. Lesið meira um skattaveiðuna til børnini niðanfyri:  

 

Skattaveiða við Skipara Garðshorn

Í fjøllunum í Føroyum ein dýrgripur eina ferð var. Eftir sjórænaraálop har, í kistuna dýrgripurin lagdur varð. Umborð á eitt stásiligt far, suðureftir kistan sína leið bar.

Berjandi ígjøgnum aldudalar, vind og brot, skipið tað til norðurstrendurnar í Danmark kastaði lodd.
Dýrgripurin gravaður niður nú er, og tú skalt hjálpa Skipara Garðshorn nú her.

Rópt verður á øll børn, stór sum smá, finna dýrgripin Skipari Garðshorn nú má, men uttan hjálp hann aldrin dýrgripin sjá.

Hjálpið Skipara Garðshorn at dýrgripin finna, og tit nógv drops skulu vinna!

 

 

Trýst luttak og bjóða vinum og familju á Facebooktiltakinum HER


GG. Kunningarátak fyri lesandi og nýggjar tilflytarar verður 13 september – dagføring um hetta kemur seinni á heimasíðuni og á Facebook. Øll, nýggj sum “gomul”, eru sjálvandi vælkomin at luttaka í báðum tiltøkunum! 

Nevndin

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1