Rani: Peningarøkil í Álaborg
Bloggur: Rani Gregoriussen, peningarøkil 2019/20, greiður frá nevndararbeiðinum í Álaborg og uppgávunum sum peningarøkil í felagnum.
At vera í nevndini hjá Álaborg er gevandi, mennandi og ábyrgdarfult, tí uppgávurnar sum nevndarlimur fevna víða um. Felagsskapurin í Álaborg er sera góður, og tí er tað ein stórur heiður at vera nevndarlimur í hesum felagsskapi, sum ger so stóran mun fyri føroyingar í Norðurjútlandi, herundir serliga í Aalborg.
Álaborg skipar árliga fyri fleiri tiltøkum, og sum nevndarlimur er tað umráðandi at veita ein hjálpandi hond til tiltøkini, soleiðis at hesi verða væl úr hondum avgreidd. Hetta kann til tíðir vera strævið, men tíbetur telur felagsskapurin fleiri góðar hendur, sum í felag megna at lyfta hesum.
Eg havi verið peningarøkil í Álaborg tað síðsta árið. Sum peningarøkil hevur tú evstu ábyrgd av tí fíggjarliga partinum í felagnum, undir hesum at tryggja teir fíggjarligu karmarnir hjá felagnum.
Árið 2019 var í nógvar mátar eitt hendingarríkt ár fyri Álaborg, m.a. tí Álaborg fekk stuðul á føroysku fíggjarlógini fyri fyrstu ferð. Við hesum fylgdu nøkur eyka krøv og treytir til roknskapin, sum skulu yvirhaldast. Tí hava arbeiðsuppgávurnar, umframt tað vanliga nevndararbeiði sum peningarøkil, eisini umfata samskifti við mynduleikar og grannskoðara.
Rani Gregoriussen, peningarøkil
Aðalfundur í føroyingafelagnum í Aalborg verður leygardagin 7. mars 2020 kl. 11.00. Sitandi nevnd bjóðar brunsj og allir limir eru vælkomnir at luttaka og stilla upp til nevndarval og valið um at gerast tiltakslimur.