Kára: Tí stilli eg uppaftur!
Bloggur: Kára Veirum greiðir frá, hví hon ætlar at stilla upp aftur á aðalfundinum 7. mars 2020.
Eg havi sitið í nevndini í føroyingafelagnum í Aalborg 5 ár. Í 2019/20 havi eg verið hjálparfólk, so nú er tíðin komin aftur at stilla upp til nevndararbeiði.
Tað er so, at mær dámar sera væl at vera viđ í arbeiðinum at planleggja tiltøk og hjálpa til og fáa innihald í, hvat pengarnir í felagnum skulu brúkast til. Ikki minst eisini at vera saman viđ góðum fólki, vera við til at fáa limir og uppbyggja Álaborg við at seta mín dám á felagið – fyri at nevna nøkur fá dømir.
Tú skal eisini stilla upp, soleiðis at tú við tínum persónligu eginleikum, viti og royndum kann styrkja felagið Álaborg. Tað er tær, ið Álaborg hevur brúk fyri!
Kára Veirum, nevndarlimur 2014-2019 og sjálvboðið hjálparfólk 2019/20
Aðalfundur í føroyingafelagnum í Aalborg verður leygardagin 7. mars 2020 kl. 11.00. Sitandi nevnd bjóðar brunsj og allir limir eru vælkomnir at luttaka og stilla upp til nevndarval og valið um at gerast tiltakslimur.