Bryndis: Kom við í nýggju nevndina í Álaborg
Bloggur: Kom við í nýggju nevndina í Álaborg 2020-2021!
Ein felagsskapur har man kann gera mun og hevur leysar teymar at skapa tiltøk.
Nú eru skjótt trý ár síðani, at eg fekk eini persónlig boð frá eini vinkonu um at koma til aðalfund í føroyingafelagnum í Aalborg, og kanska stilla upp eisini, um eg hevði hug. Hóast hetta vóru eini ’standard’ boð, sum hon sendi til fleiri, so fangaði hon mín áhuga. Eg hugsaði í øllum førum at fara til fundin, bara fyri at stuðla henni og svaraði ”hehe, eg skal nokk vera har :*”. Eg hevði búð í Aalborg í tvey ár, har eg tá las søgu, og hevði synd at siga ikki verið nógv virkin í Føroyingafelagnum ta tíðina, eg hevði búð í niðri. Man hevur ofta lyndi til at koma við umberingum, hví man ikki luttekur í slíkum áhugafeløgum. Og eg má siga, at eg helt sjálv at har var nógv, sum kundi gerast betur og málbólkar, sum ikki vóru raktir av táverandi tiltøkum. Men tað nyttar lítið at gremja seg, um man ikki sjálvur er mentur til at gera okkurt við tað, man er ónøgdur við. Undir aðalfundinum avgjørdi eg bara at stilla upp til nevndina. Sjálvt um eg var í stórum iva, so hugsaði eg, at tað var bert eitt ár, tað ráddi um, og tað kundi einans geva mær gagnligar royndir óansæð útfall.
Í dag kann eg við allar størstu vissu siga, at hetta var tað besta valið eg tók undir mínum lesnaði í Aalborg! (útyvir at velja at taka mín kandidat í ferðavinnu 😉) Eg eri so ótrúliga nógvar royndir og ikki minst vinfólk ríkari! Lítið visti eg tann dagin, at hetta komandi nevndararbeiðið fór at vera tað, sum veruliga myndaði mína lestrartíð í Aalborg.
Fyrsta tíðin í nevndararbeiðinum fóru vit heilt í sjálvsveiggj, vit høvdu nógv góð hugskot í ermunum, so tey nærum perlaðu av okkum! Tað sást eisini í felagnum, limatølini vuksu sum aldrin áður, tiltøkini tvífaldaðust og vit dugdu eisini at stuttleika okkum samstundis, hóast tað var strævið. Eg vildi fegin kunna nýta mína útbúgving í nevndararbeiðinum, so eg valdi at skriva eina verkætlan um felagið: Vit vistu so at siga einki um felagið – bert stovningarár og aðrir smálutir. Í dag hevur felagið aftur eina søgu – og so heilt aftur til 1942 – og vónandi verður hon aldrin gloymd burtur aftur.
Eftir eitt ár valdi eg aftur at stilla upp, hesa ferð endaði eg sum forkvinna í felagnum. Sjálvt um tann bólturin leingi bleiv kastaður runt millum okkum, sum vórðu vald til nevndina, so tók eg heiti við tí treyt, at eg fekk stuðul frá nevndini. Nógvir postar eru at taka sær av í nevndararbeiðinum, og tað kann vera alt frá SoMe til at spæla sjórænari til at byggja barrir og rullandi bátar, í síðsta enda velur man sjálvur, hvussu nógv man leggur í tað. Sum nevndarlimur ert tú við til at stoypa felagið tað árið, tú ert limur. Tað nýtist ikki at hava júst somu mannagongd sum árið fyri, tað sum er mest umráðandi er, at nevndarlimurin kann brúka tað tilfeingið, sum hann eigur og hevur hug til at nýta. Arbeiðið er tískil øgiliga skiftandi alt eftir, hvør situr í nevndini og hvat tey hava at bjóða felagnum.
So ert tú løgfrøði lesandi, djórapassari, dansimús, pedagog, elektrikkari, kaffidrekkari ella okkurt heilt sjeynda og heldur, at tú hevur okkurt at bjóða felagnum, so far á aðalfund! So kanst tú avgera tá, um tú hevur hug at stilla upp, og kanska tú fært, eins og eg, eitt upplivilsi fyri lívið, um tú bara velur at leypa í tað.
Bryndis í Dali, nevndarlimur 2017/18 og forkvinna 2018/19
Aðalfundur í føroyingafelagnum í Aalborg verður leygardagin 7. mars 2020 kl. 11.00. Sitandi nevnd bjóðar brunsj og allir limir eru vælkomnir at luttaka og stilla upp til nevndarval og valið um at gerast tiltakslimur.