Ræstkjøtaveitslan: Sølan er byrjað!
14. mars 2020 verður ársins Ræstkjøtaveitsla hildin fyri føroyingum í Norðurjútlandi. Ognið tykkum atgongumerki í dag.
Føroyingafelagið í Aalborg vil hervið bjóðað limum til ársins Ræstkjøtaveitslu 14. mars 2020. Ræstkjøtaveitslan verður eins og undanfarnu ár á stovuhæddini á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg.
Sum vant lata vit dyrnar og barrina upp kl. 18.00 og seta okkum til borðs kl. 19.00. Aftur í ár taka vit eina-, par- og felagsmyndir frammanfyri myndaveggi millum kl. 18.00-19.00 og stemningsmyndir undir borðhaldinum.
OGNA TÆR ATGONGUMERKI HER
Kvøldið bjóðar sjálvsagt upp á eina ræsta matskrá, undirhald frá undirhaldsnevndini og góðum felagssongi saman við Árna og Martini. Eftir borðhaldið sláa vit ring, og síðani fer føroyskur tónleikari at spæla til dans til tann ljósa morgun. Tónleikarin verður kunngjørdur í næstum.
Atgongumerkjasølan er sum sagt byrjað í dag og endar 3. mars (ella tá ið einki atgongumerki er eftir). Ræstkjøtaveitslan er einans fyri limir í føroyingafelagnum í Aalborg, og limaskapur kann ognast her og kostar 150 kr. fyri alt 2020. Ivast tú í limanummari tínum 2020, ert tú vælkomin at skriva til nevndina á Facebook.
Tað er avmarkað atgongd til borðhaldið, sum eisini hevur verið útselt seinastu árini.
Meira kunning um Ræstkjøtaveitsluna kemur seinni. Tit eru vælkomin at fylgja tiltakinum á Facebook. Sí myndir frá Ræstkjøtaveitsluni 2019.
Við veitslukvøðu
Nevndin
Ynskja tit at vera sjálvboðin til veitsluna, eru tit vælkomin at seta tykkum í samband við okkum alaborg@alaborg.fo ella gerast partur av sjálvbodna toymi okkara á Facebook.