Føroyskt filmskvøld
Føroyski leikstjórin, Andrias Høgenni, sýnir føroyskar stuttfilmar í Álastovu.
Føroyska filmsvinnan er vaksin nógv seinastu árini, og hvørt ár verða fleiri filmar framleiddir í Føroyum og av føroyingum. Tí gleðir tað okkum, at vit enn eina ferð kunnu bjóða prísvinnandi leikstjóranum, Andrias Høgenni, til Aalborg at sýna okkum feskastu føroysku stuttfilmarnar 7. februar 2020.
Filmsskráin verður almannakunngjørd í vikuni.
Føroyska filmskvøldið verður hildið í Álastovu á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg fríggjakvøldið 7. februar 2020 kl. 19.00-23.00. Dyrnar lata upp kl. 18.30, og barrin er opin undir tiltakinum. Tað er avmarkað pláss til tilakið.
Fylgið Álaborg og føroyska filmskvøldinum á Facebook.
Tiltakið er ætlað limum í føroyingafelagnum í Aalborg. Limaskapur í føroyingafelagnum kann ognast her. Limaskapur galdandi í 2020 kostar 150 kr. fyri vaksin og 5 kr. fyri børn.