Føroyskir stuttfilmar: Skráin
Í annaðkvøld sýnir Andrias Høgenni sjey føroyskar stuttfilmar í Aalborg. Sí skránna niðanfyri.
Fríggjakvøldið 07. februar 2020 skipa Álaborg og Andrias Høgenni fyri føroyskum filmskvøldi í Álastovu. Millum teir sjey føroysku stuttfilmarnar sýnir Andrias eisini stuttfilm sín, Ikki illa meint, sum vann Canal+ stuttfilmsheiðurslønina á Cannes í 2019 og Robert heiðurslønina fyri besta stuttfilm í 2020.
Filmsskrá:
- “12” (Leikstjóri: Hanna Davidsen) – 01:30
- “Babbar mugu ikki forskrekkjast” (Jónfinn Stenberg) – 03:25
- “Smoothie Baby” (Tóki Jansson) – 01:40
- “Ikki Illa meint” (Andrias Høgenni) – 21:00
- “Maðurin við blæðuni” (Maria Tórgarð) – 09:25
- Silence of the fish (Hilke Ronnfelt) – 19:00
- Tunnan (Jónfinn Stenberg) – 28:30
Føroyska filmskvøldið verður hildið í Álastovu á Forchhammersvej 5-7, 9000 Aalborg fríggjakvøldið 7. februar 2020 kl. 19.00-23.00. Dyrnar lata upp kl. 18.30, og barrin er opin undir tiltakinum. Tað er avmarkað pláss til tilakið.
Tiltakið er fyri limum í føroyingafelagnum í Aalborg. Limaskapur í føroyingafelagnum kann ognast her ella til tiltakið. Limaskapur galdandi í 2020 kostar 150 kr. fyri vaksin og 5 kr. fyri børn.