Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Jólaheilsan frá Álaborg

Jólaheilsan frá Álaborg

So er 2020 so smátt í ferð við at leggjast afturum okkum – tíbetur, kunnu vit nokk vera samd um.
Álaborg hevði sína vanligu gongd tveir-tríggjar teir fyrstu mánaðirnar, men hevur síðani – eins og so mangir aðrir felagsskapir –  verið merkt av avlýsingum og avmarkingum. 
Hetta hevur sjálvandi verið til miklan ampa. Kortini hava vit roynt at tillaga okkum við at leggja til rættis “alternativ” tiltøk. Hesi hava havt lutfalsliga góða undirtøku.

Jólahøgtíðin í ár er eisini eyðkend av Korona smittuni: Útisetar, sum flúgva heim til sínu kæru, vóru biðnir um at fara í sóttarhald fyri at verja hesi somu kæru og restina av føroyska samfelagnum. Av tí sama eru jólini kanska heldur ikki heilt so lívgandi og hugnalig, sum vit vanliga kenna tey.

21. desembur var vetrarsólstøða – stytsti og “myrkasti” dagur á árinum. Samstundis er tað eisini dagurin, har vend kemur í. Dagarnir nú og fyri framman bera meiri ljós við sær, gerast heitari og lívga spakuliga durvandi náttúruna aftur.
Møguliga kann vetrarsólstøðan nýtast sum ein mynd: Á sama hátt, har Korona smittan tykist at vera uppá tað ringasta, vóna vit, at tað eisini er komið vend í, nú koppingarevni er góðkent, og so skjótt sum 27. desembur byrja fólk í Danmark at koppsetast.

Við hesum glottanum av ljósi vóna vit, at 2021 gerst eitt betri ár fyri okkum øll.

Álaborg ynskir øllum okkara limum, vinum og kenningum við ætt eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýttár við tøkk fyri tí brátt farna.

 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1