Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Ársins hjálparfólk 2019/20: Osmund, Olivia og Merry Eyð

Ársins hjálparfólk 2019/20: Osmund, Olivia og Merry Eyð

Í mars mánaða 2020 vórðu trýggjar eldsálir kosin ársins hjálparfólk 2019/20. Umstøðurnar gjørdu tá, at hesi ikki fingu sína gávu, sum felagið ynskti at lata teimum. Hettar er loksins komið í rætt lag, og felagið kann kunngera hesi gleðiboð:

Traditionen tro ynskir føroyingafelagið í Aalborg at heiðra sjálvbodnum hjálparfólkum, ið hava gjørt okkurt eyka fyri felagið. Ársins hjálparfólk 2019/20 gjørdust Osmund, Olivia og Merry Eyð.

Álaborg er eitt føroyingafelag, ið skal vera fyri øll, stór sum smá. Sunnudagsskúlin varð settur á stovn í 2018 í samstarv við ein sjálvbodnan sunnudagsskúlabólk við Jón Sigurð Heinesen á odda. Sunnudagsskúlin fekk serstakliga góða undirtøku, og aðruhvørja viku møta børn trúføst og spent upp í sunnudagsskúla í Álaborg.

Fleiri sjálvbodnar eldsálir hava givið sítt fyri, at sunnudagsskúlin hevur eydnast so væl, sum hann hevur og framvegis ger. Nevndarárið 2019/20 ynskir nevndin serliga at takka trimum eldsálum fyri sjálvbodna arbeiði teirra í samband við sunnudagsskúlan.


Hesar eldsálir og ársins hjálparfólk 2019/20 eru: Osmund Olsen, Olivia Tummasardóttir Kruse og Merry Eyð Joensen.


Hesi trý hjálparfólk hava sjálvboðið virkað fyri, at sunnudagsskúlin áhaldandi kann vera eitt tilboð, ið Álaborg hevur kunnað bjóðað limum. Osmund, Olivia og Merry Eyð hava hetta nevndarárið lært børnini nógvar vakrar og stuttligar sunnudagsskúlasangir, fortalt góðar søgur við góðum boðskapum og verið við til stimbra skapanarevnini hjá børnunum. Nevndin hevur merkt á limunum í felagnum, hvussu glaðir og takksamir teir eru fyri alt, sum Osmund, Olivia og Merry Eyð gera fyri sunnudagsskúlan og føroyingafelagið í Aalborg. 


Álaborg ynskir tískil at takka Osmundi, Oliviu og Merry Eyð fyri trúgva arbeiði teirra í felagnum. 
 

 

Føroyingafelagið í Aalborg heiðrar ársins hjálparfólkum 2019/20 við vøkrum málningum frá dugnaligu og lokalu listakvinnuni Jessicu Klevang.


Felagið ynskir eisini at takka øllum sjálvbodnum hjálparfólkum, ið á sín hátt hava gjørt sítt fyri, at føroyingafelagið og tiltøk í felagnum nevndarárið 2019/20 hava eydnast so væl. Leygarkvøldið 15. feb 2020 hittust nevnd og sjálvboðin hjálparfólk (sum høvdu arbeitt í minsta lagi tvær vaktir á í minsta lagi 4 tímar) til eina hjálparfólkaveitslu, har ið nevnd og hjálparfólk hugnaðu sær saman. Hetta er ein siður, ið sitandi nevnd var sera fegin um og takkar hjálparfólkunum fyri eitt avbera gott kvøld. 

 

Nevndin 2019/20

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1