Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

No Comments

Aðalfundur 2021

Aðalfundur 2021

Aðalfundur

Leygardagin 6. mars 2021, kl. 13.00 verður aðalfundur í Føroyingafelagnum í Aalborg. Hesaferð verður aðalfundurin øðrvísi enn tað hevur verið undanfarin ár. Undir øðrum umstøðum hevði felagið bjóðað til brunsj við øllum góðum, men núverandi almennu tilmælini loyva tíverri ikki, at vit møtast í hølum felagsins. Tó skulu tit ikki snýtast fyri at hoyra um nevndarárið 2020, ársroknskapin, nýggju hølini á Mylius Erichsens Vej 165A, v.m. Aðalfundurin verður á alnótini og nevndin hevur gjørt av at stroyma fundin yvir Zoom.

 

Hetta er á skrá til aðalfundin:

  • Forkvinnurøða: Erika Hjalsgrímsdóttir ber fram røðu um nevndarárið 2020
  • Framløga: Gunn Zachariasen, peningarøkil, leggur ársroknskapin 2020 fram
  • Innkomin uppskot: Viðtøkur

 

Tað skal her verða sagt, at umboð fyri nevndina hava viðgjørt viðtøkurnar hetta árið, tá ið virksemi felagsins annars hevur verið avmarkað. Hesin útarbeiddi teksturin verður eisini lagdur fram á fundinum undir punktinum ”innkomin uppskot: viðtøkur.”

 

Send inn uppskot til aðalfundin

Um tú hevur spurningar í samband við nevndararbeiðið ella aðalfundin í Álaborg, ert tú hjartaliga vælkomin at seta teg í samband við nevndina á teldupost, umvegis Facebook ella Instagram.

 

Øll uppskot til broytingar ella tiltøk o.l. í felagnum eru kærkomin og kunnu sendast á teldupostin alaborg@alaborg.fo. Uppskot í samband við aðalfundin skulu vera felagnum í hendi í seinasta lagi 27. februar 2021.

 

Eyka aðalfundur

Nevndin hevur gjørt av at halda eyka aðalfund í næstum, har limir fáa høvi at stilla upp til komandi nevndarár. Hendan avgerðin er tikin av teirri orsøk, at tað kann tykjast møtimikið at vera til longri fundir á alnótini. Allir limir í Føroyingafelagnum í Aalborg kunnu stilla upp til nevndarvalið 2021/22, og hetta valið verður stutt eftir aðalfundin – nevniliga á eyka aðalfundi. Meiri kunning um eyka aðalfundin kemur seinni.

 

Nevndin

 

Ynskir tú sum valevni 2021/22 at fáa talutíð á heimasíðuni, á Facebook vanganum ella á Instagram, ert tú vælkomin at seta teg í samband við umboð fyri nevndina í Álaborg.

Viðmerkingar

Viðmerking

Submit a Comment

UA-110930992-1