Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Fyrireika teg til framtíðina; hon er jú ikki langt burturi

Fyrireika teg til framtíðina; hon er jú ikki langt burturi

Hevur tú hugsað um, hvat tú skal gera, tá tú ert liðug/ur at útbúgva teg? Skal tú arbeiða innan tað almenna, tað privata ella ætlar tú at gerast íverksetari? Sama hvat tú ætlar tær at verða, er tað ongantíð ov seint at fyrireika teg til tína framtíð. Framtíðin kemur óansæð um tú ert til reiðar ella ei. 

Niðanfyristandandi linjur kunnu kanska seta nakrar tankar í gongd ella virka linjurnar tokutar og óviðkomandi fyri teg – tí tú hevur fleiri ár eftir av útbúgvingini. Kortini er tað ongantíð óviðkomandi at spyrja; hvat er mín dreymur? – Omma og abbi tín vildu nokk tikið til; hvat ætlar tú at blíva, tá tú verður stór/ur?

Um tú ert undir útbúgving, eru tað bert fá ár til, at tú skal út á arbeiðsmarknaðin at finna dreymastarvið. Hetta er kanska lættari sagt enn gjørt. Gaman í eru tað í dag nærmast fleiri størv enn hendur, men hetta kann skjótt broytast. Harafturat er tað ikki bara tú, sum skal søkja um starv. Øll tey, sum tú las og lærdi saman við, skulu eisini finna dreymastarvið, og møguliga hevur onkur av tínum lestrarfelagum sama dreym sum tú.

Hyggur tú at starvslýsingum í dag, ynskja nærum allar fyritøkur fólk við arbeiðsroyndum. Men hvussu skalt tú fáa 3-5 ára starvsroyndir, tá tú júst er liðug/ur at útbúgva teg og tú einans hevur lisið alt lívið?

“Onki starv uttan royndir, ongar royndir uttan starv.”

Allar starslýsingar í verðini!

Tveir hættir, har ið tú kanst nema tær arbeiðsroyndir og prýða títt lívsrensl (CV), eru at fáa sær sjálvboðið arbeiði ella eitt lestrarstarv. Óansæð hvat fyri eitt tú velur, verður tú ikki rík/ur peningaliga, men kortini gevur tað tær nógv meira enn nakrar krónur inn á kontuna.

Í gjøgnum sjálvboðið arbeiði ella eitt lestrarstarv kanst tú fáa verkligar royndir, ið bæði kunnu setast upp í móti ástøðum, sum tú hevur møtt í tíni útbúgving, og brúkast til at søkja dreymastarvið – starvið ið krevur arbeiðsroyndir. Afturat hesum fært tú eitt størri netverk, sum tú kanst draga upp á seinni í lívinum. Omaná alt hetta fært tú eisini stuttligar, og kanska til tíðir stravnar, upplivingar og royndir, sum tú tekur við tær víðari í lívinum.

Tað, sum omanfyri er skrivað, kundi ljóðað sum ein lýsing fyri Føroyingafelagið, og tað er tað eisini. Tí komandi mánað, heilt neyvt tann 9. mars kl. 11.00, verður aðalfundurin hjá Føroyingafelagnum í Aalborg. Á aðalfundinum hevur tú møguleika at stilla upp til nevndina og sum tiltakslimur. Harvið er tað tær eitt gylt høvi at fríðka og víðka um títt lívsrensl.

Sum nevndarlimur fært tú ikki bara eitt sjálvboðið arbeiði – tú fær eitt sjálvboðið arbeiði, sum hóskar seg til nærum allar útbúgvingar. Sjálvbodna arbeiðið í Føroyingafelagnum er á tann hátt sera studierelevant orsakað av fjølbroyttu tiltøkunum í felagnum. Eg vil sjálvur pástanda, at øll kunnu finna sær eitt sjálvboði arbeiði í Aalborg, men tað er tey fægstu, sum kunnu vísa á, at arbeiðið er studierelevant.

Um nevndararbeiðið sjálvt ikki er júst nakað fyri teg, ert tú vælkomin at gerast tiltakslimur ella sjálvboðin í Føroyingafelagnum. Omaná hetta bjóðar Føroyingafelagið sjálvboðin lestrarstørv innan miðlar, bókhald o.fl.

Uttan mun til hvat tú velur; nevndararbeiði, sjálvboðið arbeiði ella eitt lestrarstarv og um tað er í Føroyingafelagnum ella aðra staðni, er tað ongantíð ov seint at byrja at fyrireika teg upp á framtíðina.

Magnus Pauli West

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1