Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Avtala um avsláttur í FunCenter Aalborg

Avtala um avsláttur í FunCenter Aalborg

Endiliga kunnu vit kunngera, at føroyingafelagið í Aalborg hevur gjørt ársins fyrstu samstarvsavtalu um avsláttur til limirnar í Álaborg í FunCenter Aalborg. 


FunCenter varð stovnað í 2010 og er ein ítrivsdepil við fýra eventhallum í Aalborg við 28 innandura aktivitetum. Harafturat bjóðar FunCenter eisini uttandura ítriv, og av teimum kunnu vit eitt nú nevna Paintball, Lasergame, Escape Rooms, Virtual Reality, skotbreyt, skotsimulatur og fótbóltspool og fótbóltsdart. 

FunCenter Aalborg bjóðar limum í føroyingafelagnum í Aalborg:

  1. 20% avsláttur uppá bóking
  2. Yvir 30 ymsar aktivitetir, sum kunnu tillagast júst tykkara tørvi
  3. Einki ómaksgjald í samband við avlýsing

Avtalan ljóðar soleiðis:

  • Hendan avtala er galdandi fyri allar limir í føroyingafelagnum í Aalborg 2019
  • Bóking fer fram í tíðarskeiðinum mánadag-fríggjadag kl. 09.00 – 21.00
  • Bóking fer fram á telduposti info@funcenter.dk ella ígjøgnum sølustjóran Elias Deviletti á telefonnummar 28312101
  • Limakortið skal vísast fram, tá ið goldið verður – og limaskapurin skal eisini upplýsast undir bóking.
  • Avslátturin er ikki galdandi fyri eyka kúlur í Paintball, í barrini ella á merkisdøgum.
  • Allir aktivitetir eru at finna á heimasíðuni www.funcenter.dk
Ymsu aktivitetirnir í teimum fýra eventshøllunum

GG! Hendan avsláttarkotan er einans fyri limir í Álaborg við limakorti galdandi í 2019. Limaskapurin verður eftirkannaður hjá FunCenter, har ið limir skulu vísa fram limakort og samleikaprógv.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1