Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Elinborg á Tórskvøld í Aalborg

Elinborg á Tórskvøld í Aalborg

Fríggjakvøldið 1. mars skipar Føroyingafelagið í Aalborg fyri Tórskvøld saman við Tórshavnar kommunu og Hugskotinum í Tórshavn.

Umframt eina fjølbroytta skrá við limum frá Tórshavnar kommunu og íverksetarum úr íverksetarahúsinum, Hugskotið, kemur unga songkvinnan Elinborg Pálsdóttir at spæla nøkur løg.

Elinborg vann í 2016 heiðurin sum besti live-tónleikari og varð í 2018 tilnevnd sum besti kvinnuligi sangari á FMA. Í 2015 gav Elinborg sína fyrstu EP fløgu út við fýra føroyskum sangum og í 2017 kom hennara næsta fløga út, sum var gjørd í samstarv við Høgna Lisberg, Allan Tausen og Hans Marius Ziska. 

Í mars fer Elinborg á konsertferð í Pólandi, men áðrenn hetta kemur hon til Aalborg at framføra fyri okkum til Tórskvøldið tann 1 Mars. Vit gleða okkum at hoyra nøkur løg frá Elinborg. 

Niðanfyri kunnu tit hoyra sangin ”Um eg kundi” hjá Elinborg. 



Eftir tiltakið bjóðar Tórshavnar kommuna føroyskt ábit og øl frá OKKARA. Tiltakið er ókeypis, men tilmelding til tiltakið fer fram umvegis torskvold@torshavn.fo og viðmerkið ”Tórskvøld í Aalborg”, umframt hvussu nógv tit eru. 

Tiltakið er stuðlað av Atlantic Airways og Smyril Line, og tessvegna hava luttakarar á tiltakinum høvi at vinna tveir SVEIGGJ ferðaseðlar frá Atlantic Airways ella ein flytipakka frá Smyril Line.

Hvar: Kayerødsgade 43, Aalborg
Nær: Fríggjadagin 1. mars 2019 kl. 19.00

Lesið meira um tiltakið HER

Fylgið við á Facebook HER.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1