Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skráin fyri Tórskvøld

Skráin fyri Tórskvøld

Niðanfyri kunnu tit síggja og taka niður skránna til Tórskvøld í Aalborg, sum verður komandi fríggjakvøld í Kayerødsgade 43, 9000 Aalborg. Tórshavnar kommuna, Hugskotið og Føroyingafelagið í Aalborg skipa fyri tiltakinum, sum er stuðlað av Atlantic Airways, Smyril Line og OKKARA.

Á Tórskvøld hevur tú høvi at hoyra um spennandi møguleikarnar í Tórshavnar kommunu, áhugaverdar og aktuellar íverksetararsøgur úr Hugskotinum, njóta tónleik við dugnaligu Elinborg Pálsdóttir, fáa okkurt gott og føroyskt í magan og at enda kanst tú verða tann hepni vinnarin av tveimum SVEIGGJ ferðaseðlum frá Atlantic Airways ella einum flytipakka frá Smyril Line.

Tiltakið er ókeypis og tilmelding fer fram við at senda ein teldupost á torskvold@torshavn.fo, har ið tit skriva, hvussu nógv tit verða.
Tað er avmarkað atgongd til tiltakið.

Hvar: Kayerødsgade 43, Aalborg 
Nær: Fríggjadagin 1. mars 2019 kl. 19.00

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1