Bryndis í Dali
Stutt um
Bryndis í Dali er fødd og uppvaksin í Tórshavn har hevur hon slitið barnaskógvanar í býlinginum Tórsbyrgi har felagsskapurin er í hásæti. Hennara arbeiðisroyndir fevna m.a. um housekeeping umborð á Norrønu og sum ábyrgdarfólk á Magenta guesthouse, og í fríðtíðini hevur hon tikið sær av sjálvbodnum arbeiði innanfyri filmslistina í Føroyum.
Bryndis flutti til Aalborg í august 2015, har hon setti hol á sín bachelor í søgu á Aalborg Universitet, sum hon verður liðug við í juni 2018, og ætlanin er síðani at taka kanditat innanfyri ferðavinnu.
Sum tórsbyrgisbarn hevur hon altíð sett prís uppá felagskaparkensluna, og tað at vera virkin í at styrkja og halda hana á lívið, er nakað hon brennur fyri. Og sum nýggjur nevndarlimur í føroyingafelagnum (2017) er hon altíð klár við eini hjálpandi hond, og strembar eftir at skipa fyri nýggjum, ørvísi og kreativum tiltøkum sum kunna fevna um allar teir fjølbroyttu liminir í Álaborg.