Kára Veirum
Stutt um
Kára er 47 ára gomul og er okkara longst sitandi nevndarlimur. Kára flutti til Danmark í 1991 í samband við skúlauppihald á Hammer Bakker í Vodskov. Í 1993 fór hon á húsarhaldsskúla. Eftir loknan lestur flutti Kára til Aalborg, har hon fekk arbeiði á pedagogskúlanum, tað sum í dag eitur UCN. Kára hevur arbeitt á UCN síðani 1995.
Kára hevur síðani hon flutti til Aalborg havt hug at koma í nevndina, men dreymurin gjørdist ikki veruleiki fyrr enn til aðalfundin í 2014 tá hon stillaði upp og varð vald inn. Kára hevur sostatt sitið í nevndini í samfull 5 ár. Í 2019-2020 var Kára tiltakslimur í felagnum, og í 2021 var hon aftur vald inní nevndina, og situr hon tískil sína sættu setu í løtuni. Hennara hjartamál er, at fáa so nógvar limir í Føroyingafelagið, sum gjørligt. Harafturat hevur hon stóran áhuga í at skipa fyri tiltøkum.
Heiðurslimur í 2020
Trúfastur limur, nevndarlimur, hjálparfólk, tiltakslimur og nú heiðurslimur.
Kára hevur verið trúfastur limur í Álaborg síðani 90’ini, og hevur hon altíð verið skjót og røsk at hjálpa til í felagnum. Kára sat í nevndini 2014-2019 og er sostatt longstsitandi nevndarlimur í Álaborg. Gjøgnum lætta lyndið á Káru lýsir eldsál hennara. Kára brennir fyri føroyingafelagnum, og eitt av hjartamálum hennara er at fáa so nógvar limir í føroyingafelagið í Aalborg sum gjørligt.
Felagið ynskir við hesum heiðursbrævi at takka Káru fyri trúfesti og tær megnar íløgur, sum hon leggur í felagið. Felagið takkar fyri samstarvið og vónar, at hetta góða samstarv heldur fram.