Bjarni Kárason Petersen
Bjarni er 23 ára gamal, føddur í 1994 og uppvaksin í havn, hóast bæði foreldrini eru av bygd. Bjarni sigur ”noy” og ”eg voyt ikki”, men elskar ein góðan cafè latte nirði í Vágsbotni ella í Aalborg Havnefront.
Áðrenn Bjarni flutti til Danmarkar í 2016, var sera hann virkin í føroyskum politikki, og hevur eisini fingist við nógvum ymiskum nevndararbeiði. Í løtuni er Bjarni í gond við at taka ein bachelor í politikk og umsiting á Aalborg Universitet.
Bjarni var valdur inn í Álaborg sum tiltakslimur í 2017. Spurdur, hví hann ynskti at gerast virkin í felagnum, svaraði hann soleiðis:
“Alsamt fleiri føroyingar eru komnir til Aalborg at lesa tey seinastu árini, og eg haldi at tað hevur týdning, at man strembar eftir at veita góð og viðkomandi tiltøk til teir føroyingar, ið búgva her. Í Keypmannahavn hava tey ofta tiltøk fyri føroyingar, og man sær hvønn týdning tað hevur fyri sosialu savningarmegina. Eitt sterkari sosialt netverk í Aalborg styrkir eisini um hugin hjá føroyingum at koma her at lesa, og tað kann føroyingarfelagið Álaborg vera ein týðandi partur av.”