Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Borgar Jónsson Stórá

Borgar Jónsson Stórá er uppvaksin í Vestmanna og var 27 ára gamal, tá ið hann í 2017 flutti til Aalborg saman við damuni Jónu. Borgar lesur Erhvervsøkonomi (HA) á Aalborg Universitet og áðrenn tað hevur hann arbeitt nøkur ár á fiskavirkinum í Vestmanna.

Borgar bleiv spurdur av Árna, um hann ikki hevði hug at stilla upp til nevndina 2018/19, og tað helt Borgar sjálvur vera eitt gott hugskot. Orsøkin til hetta var, tí at Álaborg er eitt sera virkið felag, sum er í vøkstri og Borgar helt, at tað var sera áhugavert at verða ein partur av tí. Borgar heldur eisini, at tað er týdningarmikið at skapa ein góðan karm fyri føroyskar útisetar, soleiðis at man kemur hvørjum øðrum við og kann hugna sær saman við øðrum føroyingum. Borgar varð afturvaldur í nevndina 2019/20. 


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1