Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Jarmundur Steinkross

Jarmundur Steinkross er føddur og uppvaksin á Tvøroyri/Trongisvági. Eftir at hava staðið læru til elektrikkara hjá P/f LM Electric í Tórshavn 2015, helt hann á fram í arbeiði hjá LM sum sveinur. Arbeiðisroyndirnar umfevndu millum annað, formannsarbeiði á fleiri arbeiðisplássum í høvðusstaðnum, har staðið var fyri el-inleggingum. Umframt tað var hann eisini svimjivenjari í Havnar Svimjifelag meginpartin av lærutíðini.

Á summri 2017 flutti hann so niður til Aalborg og tekur nú Adgangskursus til ingeniøruddannelserne á Aalborg Universitet, við ætlanum um at lesa víðari til verkfrøðing.

Jarmundur hevur altíð dámt væl at føroyingar kunnu møtast uttanlanda, og heldur at tað er eitt serligt samanhald, sum man skal halda fast í. Við hesum í huga var hann skjótur at siga ja, tá fyrrverandi formaður í Álaborg, sum eisini er av Tvøroyri, spurdi um hann hevði hug at stilla upp. Vónirnar fyri frammtíðina í felagnum eru at halda uppá tað góða samanhaldi sum fløvar um Álaborg, og vera við til at menna felagið frammyvir, saman við hinum nevndarlimunum.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1