Barnafimleikur 2021: tilmelding til fimleik.
Føroyingafelagið opnar aftur dyrnar til fimleikahøllina á Herningvejskúlanum og bjóðar føroyskum børnum vælkomnum til barnafimleik.
Vit hava nýggjar venjarar hetta árið: Anna Jónsveinsdóttir Simonsen, Áshild Jónsveinsdóttir Simonsen og Súsanna Jacobsen.
Endiliga er tíðin komin, har vit aftur fara at bjóða barnafimleik til lítil ágrýtin og forvitin sinni. Fyrsta ferð fimleikurin verður, er longu leygardagin 10. sept. frá kl. 10:30 til kl. 11:30. Málbólkurin er gentir og dreingir í aldrinum 2 – 7 ár. Um yngri ella eldri børn hava áhuga at koma, er sjálvandi eisini pláss fyri teimum.
Fyri at vera við til fimleikin, er tað krav, at barnið/børnini og í minsta lagi eitt foreldur eru limir í Álaborg í 2021. Um tit ivast, um tit hava teknað tykkum sum lim í 2021, kunnu tit venda tykkum til nevndina.
Limaskapur 2021 kann teknast her.
Tilmelda barnið til fimleik niðanfyri:
Orsaka av tekniskum trupulleikum, ber ikki til at tilmelda við at útfylla skjalið, sum var brúkt í síðsta ár. Arbeitt verður við at loysa trupulleikan. Fyribilsloysnin er tann, at børnini skulu tilmeldast á fimleik@alaborg.fo
Vinarliga upplýs navnið hjá einum av foreldrinum, navn og aldur barnsins, eitt tlf. nr. og ein teldupost, og um foreldrið og barnið eru limir í Álaborg.
Fimleikavenjararnir 2021:
Fyrrverandi venjaratoymið við Rebekku Fuglø og Boga Sørensen koma ikki at venja børnini í ár. Felagið takkar teimum fyri tíðina vit høvdu saman og tann dugnaskap og gleði tey høvdu við sær.
Vit hava so fingið nýggjar venjarar til barnafimleikin í 2021. Persónarnir, ið hesa ferð koma at mynda fimleikin fyri børnini eru systrarnar Anna J. Simonsen og Áshild J. Simonsen og havnarkvinnan Súsanna Jacobsen. Tær hava verið so beinasamar, at skriva nøkur fá orð um seg sjálvar niðanfyri.
Anna Jónsveinsdóttir Simonsen: Hey, eg eiti Anna Jónsveinsdóttir Simonsen. Eri 27 ár, og komi frá Klaksvík. Eg havi vant fimleik alt eg minnist, og haldi tad er so stuttligt at síggja hvussu nógv man mennist og ikki minst tey nýggju vinarbondini man fær gjøgnum slík tiltøk. Av tí sama havi eg veri hjálparvenjari hjá árganginum hjá dóttrini sídan hon byrjaði uppá fimleik. Og havi elska hvørt sekund. Gleði meg at sleppa at forsetta her í Aalborg saman við tykkum.
Áshild Jónsveinsdóttir Simonsen: Eg eiti Áshild Jónsveinsdóttir Simonsen og eri 25 ár. Eg havi gjørt fimleik øll míni barna ár, og minnist hvussu mennandi tað var. Tað er nakað eg gjarna vil bjóða mínari dóttir og ikki minst øllum hinum børnunum í Aalborg. Nú vóru vit við seinast Álaborg hevði fimleik til børn, og helt at dótturin mentist uppá ein heilt annan máta enn vannligt. Orsøkin til at eg havi bjóða meg fram sum venjara er at eg elski at síggja børn spæla, og mennast samtíðis.
Súsanna Jacobsen: Eg eiti Súsanna Jacobsen og eri 25 ára gomul. Eg havi íðka fimleik og verið venjari í nógv ár. Tað sum eg elski við fimleiki er allir ágóðarnir mann fær við at luttaka. Tað sosiala, kropsliga og mentala, eg fái av bert einum tíma av fimleiki, setur ein góðan dám á mína viku. Sum venjari leggi eg dent á at brúka spæl og rørslu, so at øll verða útfordraði og kunnu síggja sína egnu menning. Eg gleði meg til allan stuttleikan vit fara at hava saman við fittu føroysku børnunum í fimleikahøllini.
Vit bjóða nýggju venjarunum vælkomnum og ynskja teimum blíðan byr, nú tey fara at seta sín dám á føroysku børnini í Aalborg. Eisini gleða vit okkum til, at síggja øll tey fittu børnini aftur spæla og hugna sær saman til fimleikin.