Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Útselt til jólaveitsluna

Útselt til jólaveitsluna

Árliga jólaveitslan hjá Føroyingafelagnum í Aalborg verður leygarkvøldið, 25. november, kl. 19.00. Tó lata dyrnar upp hálvan tíma áðrenn.

Til veitsluna verða vit 60 fólk og harvið er útselt. Vit vilja minna tey á, ið ikki eru limir enn um at tekna seg sum lim fyri 2017. Limagjaldið fyri 2017 er 75 kr. og tit kunnu lesa meir um hetta her.

Vit gleða okkum til at taka í móti tykkum og vit vóna at tit fáa eitt fantastisk kvøld við góðum mati, sum Birgir Dalfoss borðreiður, og tónleiki, frá Una Debess. Afturat hesum verður gott undirhald og góður vinningar.

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1