Jólaveitslan 2017
Jólaveitslan
Leygarkvøldið 25. november skipar Føroyingafelagið í Aalborg fyri árligu jólaveitsluni. Til veitsluna spælir eingin annar enn sjálvasti Uni Debess, føroyski blues-kongurin. Kostnaðurin fyri limir er kr. 199 fyri veitsluna og dansin.
Dyrnar til Thomas Boss Gade 12 lata upp kl. 18.30, har Føroyingafelagið bjóðar vælkomst snaps til gestirnir, og farið verður til borðs kl. 19.00.
Kostnaður fyri borðhaldið og dansin er kr. 199 fyri limir, og ein skal verða limur fyri at luttaka. Atgongumerkið kann keypast á forsíðuni á okkara heimasíðu – LINK.
Um tú ikki ert limur í Føroyingafelagnum, so kanst tú tekna teg sum lim á okkara heimasíðu – LINK . Limagjaldið fyri 2017 er kr. 75.
Til tey, sum búgva uttanfyri Aalborg kommunu. Um tit ynskja at koma við í veitsluni ella í dansin, tit
skulu umframt atgongumerkið til dansin rinda eindagsgjaldið, ið er kr. 20,-
Forrættur
- Føroysk rullupylsa frá (Otto Reinert)
- Raspa føroyskt hýsuflak
- Turrur fiskur
- Føroyskur royktur laksur frá Sjógæti
- Sild og egg
- Heit livradeiggj
- Skinsa kjøt
Høvuðsrættur
- Dunna
- Rómaeplir
- Sky sauce
- Waldorf´s salat
- Reyttkál
- Afturat matinum bjóðar Føroyingafelagið gestunum eina øl ella sodavatn.
Omaná
- Ris a la mande við kirsuberjasós, og mandlugáva verður latin til tann, sum fær mandluna.
Tónleikur
- Undir borðhaldinum spælir Uni Debess
- Lutaseðlar verða seldir har høvuðsvinningurin er ein
ferðaseðil við Nørruni, aftur og fram á Danmark leiðini.
Dansurin
- Eftir borðhaldi kl. 23.30 verður dansur. Kostnaðurin fyri sjálvan dansin er kr. 50
- Tey sum hava goldið veitslugjaldið á kr. 199 hava í prísinum atgongumerkið til dansin.
- Tað er krav at vera limur fyri at luttaka
- Atgongumerki til dansin kunnu keypast við dyrnar
Freistin at ogna sær atgongumerkið er 10. november ella so leingi atgongumerkir eru.
Legg til merkis. Tað er bannað at taka egnar drykkivørir við í veitsluna og í dansin.