Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Skattaveiða við prinsessu Sólstrálu og kapteini Gullklaff!

Skattaveiða við prinsessu Sólstrálu og kapteini Gullklaff!

Sunnudagin 20. mai verður aftur skipað fyri skattaveiðu við prinsessu Sólstrálu.

Prinsessa Sólstrála, sum helst er tann vænasta moyggin á hesum leiðum, hevur mist skattin hjá sær burtur. Allarhelst er tað tann ræðuligi, óhugnaligi og illaluktandi Gullklaf kapteinur, sum hevur tikið hann. Hetta er ein sorgarsøga, og prinsessa Sólstrála veit ikki síni livandi ráð!
Prinsessan vil tí heita á øll børn um at hjálpa sær við at finna skattin, so friður aftur kann valda í kongaríkinum í Álaborg.

Børn og foreldur eru vælkomin at klæða seg út sum prinsessur, sjórænarar ella okkurt heilt triðja!

Aftaná skattaveiðuna bjóðar føroyingafelagið eisini kaffi og køku til foreldrini, og børnini fáa okkurt søtt til góman í finningarløn! 🙂

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1