Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Myndir: Ræstkjøtaveitslan 2019

Myndir: Ræstkjøtaveitslan 2019

Leygarkvøldið 16. mars var árliga ræstkjøtaveitslan í føroyingafelagnum og meira enn 50 føroyingar í veitsluhýri vóru savnaðir til fullsettu veitsluna á Forchhammersvej 5 í Aalborg.
Borðhaldið byrjaði kl. 19.00 og forkvinnan, Bryndis í Dali, bjóðaði vælkomin. Til veitsluna kokkaðist hovmeistarin, Bjarki Frýdal og sjálvboðin hjálparfólk í Álaborg hjálptu til í køkinum og barrini. Regin Joensen var borðfúti hetta kvøldið og Árni Lisberg og Martin Didriksen sungu og spældu guitar og harmoniku undir borðhaldinum.
Afturat tí framførdu Marner av Lofti, Evi Tausen, Herborg Torkilsdóttir og Hallelujah Sofus nøkur løg og undirhaldsnevndin borðreiddi við einum skemtitátti um ræsta kjøtið.

Nevndin avdúkaði, at Jóannes Nolsøe, urguspælari, og Lisbeth Solmunde Michelsen, prestur, vóru tilnevnd heiðurslimir í føroyingafelagnum (lesið meira HER). Eftir borðhaldið varð sligið ring og seinnameiri byrjaði dansurin við Árna, Martini, Jarmundi og Gurið.

Niðanfyri síggjast myndir frá Ræstkjøtaveitsluni. Myndamenninir vóru Tróndur Fuglø (áðrenn veitsluna) og Jan Smedemark (undir borðhaldinum).


Føroyingafelagið í Aalborg vil takka øllum luttakandi, sjálvbodnum hjálparfólki, undirhaldsnevnd, tónleikarum og kokki fyri eina ómetaliga góða ræstkjøtaveitslu 16. mars 2019.
Vónandi síggjast vit aftur til Ræstkjøtaveitsluna 2020!


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1