Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Tróndur Fuglø

Tróndur Fuglø

Tróndur er 24 ára gamal, og er føddur og uppvaksin í Klaksvík. Her gekk hann eisini øll 10 árini í fólkaskúla, áðrenn hann legði leiðina út á Kambsdal. Her tók Tróndur Hægri Handilskúla prógv. Eftir hetta silgdi hann við trolaranum Gadus í tvey ár. Eftir hetta fluttu kona hansara og hann til Aalborg.

Til dagligt lesur Tróndur jura á Aalborg Universitetet. Eisini arbeiðir Tróndur sum sjálvboðin løgfrøðiligur ráðgevi innan fyri leigurætt.

Nýggjasti tittul Tróndur tó hevur fingið, er tann heiður at vera formaður fyri Álaborg. Tróndur hevur verið eitt sindur við í arbeiðinum í Álaborg, har hann hevur hjálpt til við myndum, og sleppur nú at royna sínar kreftir í formanssessinum. Við hjálp frá góðum fólki vil Tróndur arbeiða fyri at stimbra og varðveita teir góðu karmarnar og menna tann felagsskapin, fyrrverandi nevndir hava skapt.


Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1