Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Martin: [Insert Cringe Title Here]

Martin: [Insert Cringe Title Here]

Bloggur: Martin Didriksen, fyrrverandi nevndarlimur, hugleiðir um tær myrku tíðirnar í Álaborg – tá tað ikki vóru nógvir limir og lítið av peningi.

Hey!

Eg eri biðin um at gera eitt “blogg innslag”, sum skal selja føroyingafelagið í Aalborg og lokka limir at stilla upp til aðalfundin 2020. Hevði árstalið verið 2015 ella 2016, so hevði eg væl skilt sitandi nevnd. Tá var tað ringt at fáa fólk at stilla upp ella sum heild at møta upp til aðalfundar. Hetta varð ikki galdandi í 2019 og væntandi heldur ikki í 2020.

Í 2017 stillaði eg upp á aðalfundinum hjá Álaborg. Hetta varð eitt sindur spontant, sjálvt um Magnus Pauli West hevði sáað tankan í mínum huga vikur frammanundan. Men Árni Lisberg og eg sita so og práta, ímeðan aðalfundurin fer fram, og tá ið limir kundu skriva seg upp sum valevni, avgjørdu Árni og eg okkara tá komandi ár yvir stein, saks og pappír saman við orðunum “Um tú stillar upp, so geri eg tað eisini“. Árni endaði sum peningarøkil og eg sum nevndarlimur.

Vit høvdu fleiri hjartamál, og oftast hildu aðrir nevndarlimir okkum flúgva eitt sindur ov høgt – tað løgdu vit ikki so nógv í. Vit vildu hava eina nýggja barr, yvir 200 limir, størri veitslur, nýggja heimasíðu, eitt stórt karnivalstiltak og at fáa Álaborg á fíggjarlógina. Nú havi eg verið nokkso snildur og bara nevnt tey tingini, sum vit fingu ígjøgnum – nokk tí, at hini ikki er verd at minnast aftur á. Av tí at tað var rættiliga stutt frá tanka til avgerð, fingu vit trumfað so at siga alt okkara ígjøgnum – vit velja at trúgva, at vit einans høvdu góð hugskot.

Eg kann tó viðmerkja, at aftanfyri hvønn mann er ein sterkari kvinna (les: maki). Nógv tíð er farin við ymiskum verkætlanum hjá Árna og mær. Tað, sum eg minnist best, var tað árið, tá ið vit skuldu fyrireika karnivalstiltakið. Árni, Erika, Þórunn, og eg koyrdu ávegis til Álaborg, og tá ið tær báðar seta okkum av, siga tær: “Síggjast aftaná karnival” og koyrdu avstað – hetta var ein mánað áðrenn karnival.

Tað, sum eg royni at siga, er, at nevndararbeiðið er tað, man vil hava tað at verða. Eg vildi nógv, og tí varð arbeiðið eisini nokkso nógv. Men samanhaldið í nevndini og tað at menna felagið var bæði stuttligt og gevandi.

 

Martin Didriksen, fyrrverandi nevndarlimur


Aðalfundur í føroyingafelagnum í Aalborg verður leygardagin 7. mars 2020 kl. 11.00. Sitandi nevnd bjóðar brunsj og allir limir eru vælkomnir at luttaka og stilla upp til nevndarval og valið um at gerast tiltakslimur. 


 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1