Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Magnus Pauli: Nevndararbeiðið er eitt eg eri sera fegin fyri at hava roynt

Magnus Pauli: Nevndararbeiðið er eitt eg eri sera fegin fyri at hava roynt

Bloggur: Magnus Pauli West, fyrrverandi formaður í føroyingafelagnum, hugleiðir um, hvussu nevndararbeiðið í Álaborg kann vera við til at styrkja teg persónligt sum professionelt. 

Tað er heilt vist nógvar orsøkir til, hví ein velur at fara í eina nevnd hjá einum føroyingafelagið – helst tá arbeiðið er sjálvboðið og ikki kastar eina krónu av á kontuna. Men hví ger ein so tað – altso, at fara í nevndina hjá Føroyingafelagnum í Aalborg? Er tað fyri at seta sín dám á umhvørvi hjá føroyingum í Aalborg ella fyri at netverka? Kanska dámar ein at taka avgerðir og heitir, ella kanska vil prýða CVið og framtíðar arbeiðsmøguleikarnar. Kanska er tað ein heilt onnur orsøk. Mín orsøk var heilt einføld, eg vildi prýða CVið og verða við til at menna Føroyingafelagið til eitt virkið felag, ið kundi samla føroyskar útisetar í Aalborg. Men lítið visti eg, at eg fekk so nógv meira burturúr enn tað, ið eg fór eftir.

 

Eg valdi at stilla upp á aðalfundinum hjá Føroyingafelagnum í Aalborg í mars 2015. Endamálið var einfalt, eg vildi gera meg meira attraktivan á arbeiðsmarknaðinum til tá, eg einaferð fór at standa við einum prógvi í hondunum frá Aalborg Universitet. Afturat hesari orsøk metti eg, at eg kundi vera við til at menna Føroyingafelagið í Aalborg til eitt virki og savnandi felag. Tankin var at vit møguliga kundu blása lív í felagið anno 2015 og frameftir, so tað kundi standa í mát við tann týdning, sum føroyingafeløg í Danmark høvdu fyrr – tó tillagað eftir samtíðarinnar tørvum.

Hvat fekk eg so burturúr?

Tey trý árini, sum eg var í nevndini, góðu mær nógv. Eg lærdi, at ein ikki kemur sovandi til úrslitini. Eg lærdi, at um ein ynskir framgongd og góð úrslit, so má ein gera tað arbeiðið, ið krevst. Men nevndararbeiðið í Føroyingafelagnum var á ongan hátt keðiligt, óinterisant ella einsháttað. Tað var tó hart og tað var tíðarkrevjandi til tíðir, men tað var eisini nakað heilt fantastisk og stuttligt at vera við í. Eg havi skrivað um hetta í øðrum greinum, so eg fari ikki í smálutir, men hesi trý árini vóru sera hendingarík. Felagið vaks í stødd og vavi – limatalið øktist og tað sama gjørdi talið av tiltøkum. Men ofta var tað sum føroyskur dansur, vit tóku tvey fet fram og eitt aftur. Vit royndu nýggj tiltøk av og funnu út av, at antin vóru tey ein success ella ein fiasko, og fyri at vinna pening máttu vit brúka pening – stig fyri stig. Henda balansutilgongdin var krevjandi, men eisini spennandi og mennandi.


Mín orsøk til at eg eisini fór í nevndina var at fríðka mítt CV, tó fekk eg mær ikki nakran nevndarpost bert fyri CVið. Eg føldi, at eg veruliga kundi geva nevndararbeiðinum nakað, frá har eg sat. Mítt mál at fáa CVið kryddað við onkrum afturat arbeiðsroyndum og útbúgvingum gav úrslit, í hvørfall út frá tí eg havi fingið fortalt har eg havi søkt praktikpláss og starv. Tey arbeiðspláss, ið eg havi havt í Danmark hava nevniliga viðmerkt, at sjálvboðið arbeiði (sum so líkamikið hvønn form tað hevur) vísur, at tú hevur yvirskot og hug til at geva okkurt meira, enn tað ið er væntað av tær, og hetta er eitt stórt pluss fyri ein komandi arbeiðsgevara at vita.

At eg einans fekk hesi bæði (tað er CV boostaran og ment felagið) burturúr nevndararbeiðinum er langt frá veruleikanum. Eg fekk so nógv meira enn tað, eg kundi ímyndað mær. Eg fekk eitt stórt netverk. Eg fekk fantastiskar vinir. Eg fekk kennskap til fólk í øllum aldri, sum eg eri sera takksamur fyri. Eg fekk kensluna av, hvat tað veruliga er at vera sjálvboðin og standa fyri tiltøkum, ið eru gjørd fyri at gleða onnur. Eg fann eisini út av tingum um meg sjálvan, sum eg ikki kendi til. Eg fekk eisini eitt heiti, ið eg eri sera takksamur fyri, nevniliga heiðurslimur í Føroyingafelagnum. Tað eg fekk var nærum ein ótømandi listi av upplivingum og førleikum.


Eg kann viðmæla øllum at royna nevndararbeiðið í Føroyingafelagnum í Aalborg. Tí tú sleppur at royna teg av og at koma í samband við onnur, ið heilt vist kemur at gagna tær einaferð í lívinum. Og nevndararbeiðið gagnar eisini føroysku útisetunum í Aalborg. 

 

Magnus Pauli West, heiðurslimur og fyrrverandi formaður og nevndarlimur í Álaborg


Aðalfundur í føroyingafelagnum í Aalborg verður leygardagin 7. mars 2020 kl. 11.00. Sitandi nevnd bjóðar brunsj og allir limir eru vælkomnir at luttaka og stilla upp til nevndarval og valið um at gerast tiltakslimur. 


 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1