Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Luka Radosavljevic: møguleika at royna teori í praksis.

Luka Radosavljevic: møguleika at royna teori í praksis.

Hey øll somul! Jeg eiti Luka Radosavljevic, eri 25 ár og lesi Økonomistýring á Aalborg Universiteti.

Í 2021 stillaði eg upp til nevndina, við tí endamálið at brúka tað vitanina, ið eg havi ogna mær í mínari lestrartíð og soleiðis skapa meira virðið fyri føroyingar í Aalborg og Norðurjútlandi! Tí stillaði jeg eisini upp við tí málinum at takað peiningarøkil sessin, og tað er eisini tað jeg havi gjørt tað seinasta nevndarárið. Tær uppgávurnar jeg havi arbeitt við, hava verið:

  • Bókhald (saman við bókhaldaranum hjá Álaborg)
  • Skriva ársroknskapin
  • Gjald av rokningum og samsýning
  • Útvegan av peningi
  • Administrering av peninginum hjá Fintuni

Tey sum lesa Erhvervsøkonomi vita, at har er sera nógv teori og sera fáar møguleikar at brúka tað í praksis.  Tí er ein nevndarpostur í Álaborg so sera gevandi, tí at man fær møguleikan at prøva sær í praksis, og harvið síggja hvussu teori og praksis hongur saman. So um tú ert lesandi og hugsar tær at vilja sleppa ogna tær royndir, ella pynta uppá CV’ið, so heitið jeg sanniligani á um at stilla upp til nevndina tann 05.03.2022!

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1