Elisa Maria Joensen: Samanhald og stuttleiki.
Hey! So var tað mín túrur at skriva.
Eg eiti Elisa Maria Joensen, eri 24 ár og lesi Ergoterapi á 3. semestri.
Eg havi verið nevndarlimur hetta seinasta árið og tað hevur verið sera spennandi og stuttligt og til tíðir eitt sindur strævið.
Vit í nevndini hava havt gott samanhald og fundirnir eru altíð hugnaligir og stuttligir.
Eg stillaði upp til nevndina, tí eg akkurát var flutt til Aalborg, og gjarna vildi koma at kenna fleiri fólk og gera mítt fyri at styrkja samanhaldið ímillum føroyingar her í Norðurjyllandi.
Eg hevði sæð ymisk tiltøk sum Álaborg hevur skipað fyri – tað vildi eg gjarna vera ein partur av. Harafturat pyntar tað heilt avgjørt uppá CV’ið at man hevur verið við í nevndarbeiði.
Eg havi i høvuðsheitum umsitið:
– Instagram og gestagram
– Finna stuðlar til tiltøk
– Umsita avsláttaravtalur
– Samskipa hjálparfólkaskema
Um tú ynskir at royna teg við nevndararbeiði, pynta tær um CV’ið ella bara hava tað stuttligt, vil eg avgjørt eggja tær at stilla upp til nevndarvalið 5. mars