Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Limaskapur og ágóðar í 2018

Limaskapur og ágóðar í 2018

Tey, sum hava fylgt við á heimasíðu og Facebook síðu okkara teir seinastu mánaðarnar, vita, at Álaborg hevur gjørt avtalur um avsláttur í samband við limakortið.

Nevndin ynskir nemliga, at limirnir í Álaborg skulu fáa fleiri ágóðar av at vera limir í føroyingafelagnum í Aalborg. Tískil hava vit gjørt avsláttraravtalur, sum eru galdandi í 2018. Afturat tí kunnu vit uttan at siga ov nógv, at fleiri avsláttraravtalur koma í gildi eftir summarferiuna.

Fyri at fáa ágóðan av hesum avsláttraravtalum, so er neyðugt at hava galdandi limakort fyri 2018.

Til grillveitsluna 9 juni kl 13.00 er seinasta freist at heinta limakort áðrenn summarferiuna.

Avtalur um avsláttur:

GoBoat Aalborg

Limir í Álaborg fáa eina avsláttrarkotu áljóðandi 20%, tá ið tey bóka sær ein GoBoat í Aalborg. Limakortið og samleikaprógv skal vísast fram, tá ið mynstrað verður umborð á GoBoat.

Springeren Maritime Museum

Limir í Álaborg fáa avsláttur á 20% av atgongdargjaldinum á Springeren Maritime Museum, tá ið limakortið verður víst fram í móttøkuni.

Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum

Limir í Álaborg fáa avsláttur á 20% av atgongdargjaldinum til Aalborg Forsvars- og Garnisonsmuseum. Limakortið skal vísast fram, áðrenn atgongumerkini verða goldin.

Fun-Park Hirtshals

Limir í Álaborg fáa 15 kr. í avsláttri av atgongdargjaldinum til familjuvinaligu parkina í Hirtshals. Limakort og samleikaprógv skulu vísast fram, áðrenn atgongumerkini verða goldin.

Aalborg Minigolf Klub (Nr. Sundby/Hobrovej)  

Limir í føroyingafelagnum fáa ein avsláttur á 10 kr. per spæl t.e. 20 kr. per spæl hjá Aalborg Minigolf Klub. Galdandi limakort skal vísast fram, tá ið bánarnir verða bókaðir.

Undir øllum umstøðum skal galdandi limakort vísast fram, og somuleiðis kunnu limir vænta, at tað eisini verður spurt eftir samleikaprógvi.

Meira kunning um limaskap og avsláttraravtalur kann lesast á heimasíðu okkara undir ‘Limaskapur’ – Trýst her!

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1