Kára Veirum heiðurslimur í Álaborg
Nevndin í føroyingafelagnum í Aalborg 2019/20 hevur tilnevnt Káru Veirum heiðurslim í Álaborg.
Sum tað seinasta, ið nevndin 2019/20 ynskti at gera, áðrenn nevndarlimirnir løgdu árarnar frá sær, var at tilnevna Káru Veirum sum heiðurslim í felagnum. Hetta skuldi kunngerast undir ræstkjøtaveitsluni í mars í ár, men veitslan og alt annað virksemi í felagnum bleiv jú avlýst orsakað av korona. Tessvegna hava fyrrverandi og sitandi nevndarlimir í dag, 24. oktober, yvirraskað Káru við heiðursbrævi og blómutyssi. Kára var saman við vinfólki, sum lovaðu at hátíðarhalda Káru fyri okkum.
Vit vilja enn eina ferð ynskja Káru hjartaliga til lukku við heiðrinum. Samstundis vilja vit takka Anna Mari, Vinni við familju og vinfólkunum hjá Káru og Jes, sum vóru við til at gleða Káru í dag.
Í heiðursbrævinum hjá Káru varð skrivað soleiðis:
Trúfastur limur, nevndarlimur, hjálparfólk, tiltakslimur og nú heiðurslimur.
Kára hevur verið trúfastur limur í Álaborg síðani 90’ini, og hevur hon altíð verið skjót og røsk at hjálpa til í felagnum. Kára sat í nevndini 2014-2019 og er sostatt longstsitandi nevndarlimur í Álaborg. Gjøgnum lætta lyndið á Káru lýsir eldsál hennara. Kára brennir fyri føroyingafelagnum, og eitt av hjartamálum hennara er at fáa so nógvar limir í føroyingafelagið í Aalborg sum gjørligt.
Felagið ynskir við hesum heiðursbrævi at takka Káru fyri trúfesti og tær megnar íløgur, sum hon leggur í felagið. Felagið takkar fyri samstarvið og vónar, at hetta góða samstarv heldur fram.
Nevndin 2019/20
Tróndur Fuglø, Borgar Stórá, Rani Gregoriussen, Brynhild Dam, Rebekka Fuglø, Erika Hjalgrímsdóttir og Tummas Jóhan Sigvardsen.