Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Kunningarskriv: Seinna hálvár 2020

Kunningarskriv: Seinna hálvár 2020

Góðu limir,

Hetta hevur verið eitt annarleiðis ár, merkt av sosialari frástøðu, sóttarhald, og stroymdum tiltøkum. Nevndin í Føroyingafelagnum í Aalborg hevur roynt sum best at fyriskipa alternativ tiltøk bæði í garðinum, uttanfyri hølini hjá felagnum, men eisini tiltøk á netinum, sum vit hava kallað Korona Átøk.

Felagið leggur seg eftir at virða tilmælini frá myndugleikunum. Hetta hevur við sær, at tað hevur verið ein avbjóðing at leggja veitslur og onnur tiltøk til rættis. Tíverri mugu vit tí boða frá, at árliga jólaveitslan er avlýst. Vit arbeiða upp á nøkur virtuel tiltøk, og vóna, at tað verður undirtøka fyri hesum. Fyribils kunnu vit vísa á, at tað eftir ætlan verður jólatombola og jólaquiz í rúmligu hølunum á Kayerødsgade 43 tann 21. novembur. Ætlanin er eisini at hava gudstænastu upp undir jól, men vit vita enn ikki, um hon verður í Kleysturkirkjuni ella á alnótini.
Ítrótturin er byrjaður aftur eftir summarið, tó er hetta virksemið lagt um eftir tilmælunum. Børnini eru aftur farin at gera fimleik og teir eldru limirnir spæla aftur innandura fótbólt. Umframt tað hava vit eisini havt onkra Álaquiz, tó hevur einki tiltak enn verið í hølunum hjá felagnum, men hetta kunnu tit gleða tykkum til nú, tí vit fara at hava eina quiz 8. oktobur. Tað er tó týdningamikið at fylgja við inni á okkara Álaborg kalendara her á Facebook, tí almennu tilmælini koma við avmarkingum.
Vit hava gjørt onkrar smáar broytingar inni í Álastovu ta seinastu tíðina, soleiðis, at tað er nakað tryggari í mun til smittuvandan viðvíkjandi Covid-19.
Um tit hava spurningar kunnu tit senda eini boð her á messenger ella á teldupostin alaborg@alaborg.fo
Ansið væl eftir tykkum og øðrum við!
Enn einaferð ynskja vit staðiliga at heita á okkara limir at vísa neyðugt fyrivarni, og at fylgja teimum ráðum, ið koma frá Sundhedsstyrelsen og Aalborg Kommune.
 
Vinarliga,

Nevndin

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1