Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

Jólahugni og jólaheilsanir

Jólahugni og jólaheilsanir

Leygardagin 14. desembur kl. 14.30 bjóðar føroyingafelagið øllum til eina hugnaløtu í hølunum niðri undir á Forchhammersvej 5-7


Jólatræið verður pyntað og vit fara at dansa um træið. Síðani kemur jólamaðurin á vitjan við onkrum góðum í posanum til børnini. Familjurnar hava høvi at gera jólapynt at taka heim við.

Vit taka ókeypis jólamyndir av børnum, einstaklingum, pørum og familjum til tey, sum ynskja eina digitala jólamynd áðrenn jól. Stemningsmyndir verða eisini tiknar til heimasíðuna.

Millum kl. 15.00-17.00 upptaka vit eisini jólaheilsanir fyri tykkum, sum ynskja at senda eina heilsan heim til Føroyar. Heilsaninar verða sendar til KVF og útvarpaðar til jóla.

Afturvið bjóðar felagið holukøkur, køku, saft, te og kaffi.


Øll eru hjartaliga vælkomin.


Føroyingafelagið tekur myndir til tiltakið. Ynskja tit ikki at verða avmyndaði, tosa tit við myndafólkið á staðnum.

Til jólahaldið verður møguligt at tekna sær limaskap fyri 2020 og samstundis fáa limakortið 2020 útflýggjað.

Limaskapur er ikki krav fyri luttøku á tiltakinum. 


 

Viðmerkingar

Viðmerking

UA-110930992-1