Image Image Image Image Image Image Image Image Image Image
Scroll to top

Top

No Comments

Jólaheilsur 2020

Jólaheilsur 2020

Góðu føroyingar í Norðurjútlandi,

 

Vanligt hevur verið, at Føroyingafelagið í Aalborg á hvørjum ári hevur skipað fyri einum jólatiltaki, har møguleiki hevur verið at taka jólaheilsur upp. Í ár gera umstøðurnar, at felagið einki jólatiltak kann hava fyri limum. Hetta eru vit sera hørm um, men hóast einki jólatiltak verður, hava øll møguleika at senda sínum kæru heima í Føroyum eina jólaheilsan. Hendan heilsanin skal tó takast upp á eini ljóðfílu heima hjá einum sjálvum og sendast okkum umvegis teldupost. Felagið samlar allar ljóðfílur við jólaheilsum saman og sendir Kringvarpi Føroyar heilsaninar. Á tann hátt skulu tit bert hugsa um tykkara persónligu heilsan, har vit taka okkum av restini!

Ljóðfílan skal í mesta lagi vera fimm (5) minuttir long. Hetta tí, at ljóðfílan ikki kann sendast, um hon gerst ov stór. Ljóðfílan kann takast upp inni á ‘Memoer’ (um ein hevur iPhone), á ‘Diktafon’ (um ein hevur Android) ella á øðrum forriti, ið er ætlað at taka ljóðfílur upp. Umráðandi er, at ljóðfílan er tikin upp á einum forriti, ið er ætlað til ljóðupptøku.

Ljóðfílan skal sendast á teldupostin: erika@alaborg.fo í seinasta lagi mánadagin 7. desember á miðnátt.

Vit gleða okkum at hoyra allar jólaheilsurnar og ynskja somuleiðis øllum limum okkara – og øðrum við – eini gleðilig jól og eitt eydnuberandi nýggjár.

Viðmerkingar

Viðmerking

Submit a Comment

UA-110930992-1