Jóhild Sørensen: glað fyri nevndararbeiðið í Álaborg.
Góðan dagin. Eg eiti Jóhild Sørensen, eg eri 26 ára gomul og havi júst lokið bachelorútbúgving í løgfrøði.
Eg stillaði loksins upp til nevndarvalið í 2021, eftir at hava umhugsað tað í longri tíð. Eg eri SO glað fyri at eg gjørdi tað. Mær hevur altíð dámt nevndararbeiði so væl og at vera í nevndini í Álaborg hevur ikki verið nakað undantak. Eg stillaði upp, tí eg ofta hugsaði: “hví er eingin grillveitsla um kvøldið, hví hava vit bara fótbólt og flogbólt til limirnar, vit skuldu havt pardans tí har kunnu øll vera við og so framvegis…”, tískil helt eg at eg bara skuldi stilla upp so eg kundi handla eitt sindur uppá mínar tankar viðvíkjandi tí sum eg helt vit áttu at havt í Álaborg.
Tað er sera gevandi at sita í nevnd, báði sosialt og fakliga. Tað er ein gyltur møguleiki at hitta fólk og til at vera við til at skapa tað fantastiska samanhaldið, ið er, imillum føroyingar í Aalborg. Tó, so mátti eg gevast í nevndini í Álaborg áðrenn væntað, tí eg brádliga endaði til samtalu við føroysku sendikvinnuna í Íslandi, har eg so byrjaði í starvsvenjing í februar. Mínar uppgávur hava verið øgiliga ymiskar og ókonkretar, millum annað havi eg havt ábyrgd av facebooksíðuni, samskifti viðvíkjandi sunnudagsskúlanum og fyriskiping av tiltøkum.
Eg vil viðmæla tær sum hugsar um at stilla upp at gera tað. Eg haldi tað hevur verið so stuttligt at arbeitt saman við hinum ótrúliga fittu nevndarlimunum og so er tað so stuttligt at uppliva hvussu væl okkara tiltøk hava verið umtókt millum limirnar.